Ein góður møguleiki hjá sandoyingum og fólki annars, sum koma í Sandoynna at ferðast, er at leiga kajakk frá Sp/f Klettagarði, sum hjúnini, Poul og Sóley Klementsen, reka. Tey hava 20 kajakkir til leigu, sum allar eru eins, og hetta er eitt tilboð, sum tey hava bjóðað seinastu árini.
Sandsvatn er stórt og gott at rógva á, og um summarið hevur verið ein javnur streymur av fólk, sum hava viljað róð í kajakkunum.
Poul Klementsen vísir á, at onkur einstakur hevur biðið um túr á Sandsvatni við ferðaleiðara. Meðan róð hevur verið á vatninum, hevur eitt nú verið greitt frá gamla prestagarðinum í Todnesi. Nógv søga er knýtt at prestagarðinum, og tað var her, at navnframi, Kálvur Lítli sambært søgnini hevði sína gongd.
Stutt úr landi við Todnes er eisini hólmurin, har søgnin sigur, at Kálvur Lítli hevði sín hjall.
Tað eru bæði føroyingar og útlendingar, sum hava leigað kajakkirnar - í flestu førum ung fólk, men eisini familjur við børnum ella bólkar. Í fjør summar vóru ikki nógvir útlendingar í Føroyum, men árið fyri vóru fleiri, sum leigaðu sær kajakk, meðan tey steðgaðu í Sandoynni.
- Tað er meira sjáldan, at ein einstøk kajakk verður leigað út. Ofta eru tað tvær ella fleiri, og tað hevur eisini víst seg hesi árini, at konufólk eru raskari at vilja rógva enn menn. Tað hevði eg slett ikki væntað, sigur Poul Klementsen.
Hóast kajakkirnar eru rættiliga stabilar, skulu øll, sum leiga kajakk, vera í bjargingarvesti, meðan róð verður á vatninum. Ongum nýtist at koppa, men hendir tað, er tað eingin trupulleiki, tí tú ert leysur av kajakkini beinanvegin, og flýtur í bjargingarvestinum.
##med2##
- Onkur er koppaður, men tað er oftast í spæli, tí tú skalt næstan gera tær ómak fyri at koppa í kajakkini, sigur Poul Klementsen, sum vísir á, at Sandsvatn er grunt í flestu støðum inni við land. Tískil ber saktans til at rógva fram við landi, til fólk líka sum hava funnið balansuna í kajakkini.
Tann, sum leigar kajakk, betalur 200 krónur og hevur ræðisrætt yvir kajakkini í tríggjar tímar. Hevur tú hug, ber saktans til at hava eina sílatráðu við tær men higartil hevur hetta ikki verið nógv brúkt, tó at onkur hevur roynt tað. Tey flestu, sum leiga kajakk, velja bara at rógva kring um á vatninum.
Poul Klementsen leggur aftrat, at børn sleppa ikki at leiga kajakkir einsamøll, men bert saman við vaksnum.