Polskir fornfrøðingar halda seg hava funnið leivdirnar av tí kenda stjørnufrøðinginum Nicolaus Kopernikus.
Leivdirnar eru funnar í kirkjuni Frombork har norðuri í Pólandi, har Kopernikus búði. Við hjálp frá nútímans telduútgerð hava fornfrøðingarnir gjørt eina mynd av, hvussu maðurin man hava sæð út, og sagt verður, at hon líkist sera nógv teimum tekningunum, sum til eru av honum. Á teimum gomlu tekningunum hevur Kopernikus eitt arr tætt við aðra eygnabrúnna, og fornfrøðingarnir siga, at tann funni maðurin hevur eitt merki á sama staði á høvdinum.
-Tað er sera sannlíkt, at hetta er Kopernikus, sigur Jerzy Gassowski, sum er leiðari á fornfrøðistovninum í Pulutsk.
Nicolaus Kopernikus, sum livdi frá 1473 til 1543, staðfesti sum tann fyrsti, at gongustjørnurnar mala rundan um sólina. Hetta skrivaði hann í einari bók, men pávin setti seg upp ímóti bókini, sum innihaldið samsvaraði ikki við tað, sum stendur í Bíbliuni. Tí bleiv bókin bannað.