Leygardagin 21. mai verður nógv ymiskt á skránni í Skopun, og dagurin er ein gyltur møguleiki at byggja brúgv millum foreldur og børn. Her verður høvi hjá foreldrum at læra børn síni at spæla ymisk spøl, sum foreldrini spældu fyrr, og her verður eisini kunning um eitt nú klintring, skótalív, dart, bogaskjóting og bowls.
Skipað verður eisini fyri nógvum ymiskum kappingum sum krevja, at foreldur og børn eru saman. Talan verður eitt nú um trillubørukapping, hoppa í posa, renna við eggi, og so er ætlanin eisini at hava eina brotsparkskapping, har onkur legenda - kendur málmaður - kemur at standa í málinum.
Tað er Kafé mUh mUh, sum skipar fyri degnum, og øll tiltøkini verða í og í umhvørvinum rundan um bygdarhúsið Samljóð. Møguleiki verður at sleppa at klintra, at royna at verða skóti, og børn og vaksin fáa eisini høvi at royna seg í dart, bogaskjóting og bowls, sum vit kunnu siga er eitt slag av boccia.
Dagurin verður ein rættiligur familjudagur, og meðan børnini bíða eftir tørni at royna ymiskt, sum verður á skránni, kunnu tey hugna sær við ymiskum spølum saman við foreldrum sínum. Vit hoyra ofta, at børnini duga ikki at spæla longur. Men, tað kann so bara vera okkara egna skuld, sum eiga børnini. Tá tiltakið verður í Skopun, sleppa børnini at royna spøl, sum foreldur og kanska eisini abbar og ommur spældu fyrr.
Tá seinnaparturin líður, og kvøldið nærkast, verður skipað fyri familjuhugna á kampingplássinum í Skopun. Her verður grillað á eldstaði, og her verður sungið í felagsskapi.
Tiltakið í Skopun byrjar leygardagin, 21. mai klokkan 11, og høvi verður hjá fólki, sum ætla sær av Gomlurætt til Skopunar henda dagin, at koma suður klokkan 10.30. Skipað verður eisini fyri, at fólk, sum koma við Teistanum, sleppa niðan á økið við Samljóð í bussi, sum verður á bryggjuni.
Tað, sum børnini ofta minnast best frá sínum barnaárum, er, tá tey vóru úti í náttúruni ella aðrastaðni saman við sínum foreldrum. Nú hava foreldur høvi at kopla úr eina løtu, spæla við síni børn og soleiðis geva teimum eitt minnið fyri lívið.
- Meðan tiltakið verður í Skopun leygardagin, 21. mai, verður eisini høvi at keypa sær góðan mat, sum bæði børnum og vaksnum dáma, siga fyrireikararnir til stóra tiltakið í Skopun.