Tað stendur ein standmynd
í einum grasagarði – tigandi og stumm,
so munnstill og eym,
sum gav tær ein dreym
um listaliga, kensluliga eyð.
Eg vildi hana átt,
so hon stóð í mínum urtagarði,
so eg henni kundi kínt-
dag og nátt–
hóast, at hon var eitt sindur køld,
so var slíkur ylur
í hennara kroppi og sál,
at hon í huga mínum
kyndi eitt listaligt bál.
Bruni er í hvørji spong,
í hvørji æðr og tægr,
í barmi og andlitsbrá,
um ennið, kinnklova,
í kroppi og stórutá.
Hon eggjar til listaliga dáð.
Kín henni, mussa hana,
tak um hana og sig okkurt
við hana um skaldakenda
listaliga trá.
Hetta dámar henni væl.
Á einari stummari nátt
gjørdist alt so kvirt og trist.
Fólk komu í óðum verkum framvið,
spottaðu hana,
lósu illbønir niður yvir hana
og rendu hana um koll.
“Ligg nú har, títt ómæli,
hyl upp um høvur,
í tínum skaldaleysa
sortudíki!”
Eitt listaligt stumt skríggj
hoyrdist í eini viðalund
við alfara veg og rás -
eitt ekkafult neyðarróp
í ómegd og sortnandi mótloysi
legðist yvir henda
Guðs skapning
í eini viðalund
á eini náttarstund.
Megurð kom í okkara føroysku sál
av hesi ódygd, sum fór um tún og stræti
til onnur lond
av hesi ómegdsond.
Grát , sál mín,
grát tíni turru tár
um henda sorgarinnar gleim.
Mong eru tey, sum hava havt vøkunætur
av hesi vondu gerð
í okkara listaligu verð.
Vit syrgja saman við tær,
elskaða Steinunn
Þórarinsdóttir,
og tíni kollrendu standmynd
í eini viðalund
eina ljósa, dimma, døkka, seina
summarmidnáttarstund.
Hetta var trist!
------
Frits