? At koppseta laks móti ILA hevði verið ógvuliga klókt at gjørt í Føroyum, um vit skulu bjarga alivinnuni, sigur Peter Østergaard, fiskadjóralækni á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Trupulleikin higartil hevur verið, at koppsetingarnar ikki hava verið nóg góðar, men nú eru menn komnir so mikið langt við tí granskingini, at føroyingar eisini kunnu fara undir at koppseta laks.
Í skrivandi stund er Peter Østergaard saman við landsdjóralæknanum Bjørn Harlou á veg til Bruxelles á fund við fiskadjóralæknar úr Evropa. Peter Østergaard sigur, at her fara teir báðir at taka upp spurningin, hvørt laksur skal koppsetast móti ILA ella ikki.
? Vit fara sjálvandi at taka hetta málið upp á fundinum, tí hetta er sera viðkomandi fyri føroyingar beint nú, sigur Peter Østergaard.
ES skal geva loyvi
ILA er á listanum hjá ES yvir tær álvarsamastu fiskasjúkurnar. Vanligt er ikki at koppseta móti sjúkunum á hesum listanum og felagsskapurin hevur enn ikki givið loyvi at koppseta móti ILA.
ES ber ótta fyri, at frískur fiskur kann gerast smittuberari og soleiðis breiða smittuna víða um.
Peter Østergaard væntar, at føroyingar fáa loyvi at koppseta nakað skjótt og vónandi verður tað klárt komandi vár.
? Í Føroyum kundu vit gjørt soleiðis, at øll alibrúk sluppu at koppseta uttan á Sandoy og í Suðuroy. Hesi kundu so givið ábendingar, um koppsetingin hevur verið við til at basa smittuni. Tað hevði verið best, um vit hava nøkur alibrúk, sum ikki eru koppsett, sigur Peter Østergaard.
Peter Østergaard heldur, at norðmenn eisini vilja í gongd við at koppseta laks, og hetta kann hava við sær, at loyvi fæst skjótt.
Peter er samdur við alarum og landsdjóralæknanum í, at ILA óviað verður at finna aðrastaðni í Føroyum nakað skjótt.
Mugu ansa betur eftir
Havbúnaðarfelagið og vinnumálastýrið hava saman biðið eitt norskt felag um at gera ein kanning av smittuvandanum millum føroysk alibrúk, og hon fellur ein lemjandi dóm.
Føroyskir alarar gera sær ikki nóg stóran ómak fyri at forða smittum sum ILA í at breiða seg um landið. Hetta segði Útvarp Føroya í gjár.
Sagt varð millum annað, at alarar seta ov lítlan fisk út í ringarnar. Lítil fiskur er í størri vanda at gerast sjúkur enn størri fiskur, og tí er hetta ein vandi, sum alarar mugu taka til eftirtektar.
Alarar mugu tí eisini taka í egnan barm og gera sítt ítarsta fyri at basa smittum, ið hótta teirra egna lívsgrundarlag.