Koppseting móti lívmóðurhálskrabba má ikki sparast!

Dimmalætting vendir rís og rós á høvdið í leiðaranum “Kynpolitisk gøla”. Kvinnurnar hjá Tjóðveldi syrgdu fyri, at málið um lívmóðurhálskrabbakoppseting kom á dagsskrá, og harvið, at pengar til hetta yvirhøvur kom á fíggjarlógina fyri 2009

Dimma skrivar so fegin, at landsstýrismaðurin hevur gjørt hvat hann kundi, meðan kvinnurnar í Løgtinginum ikki hava tikið málið um koppseting móti lívmóðirhálskrabba í fullum álvara. Hetta er ikki heilt rímiligt.

 

Skuldi útsetast

Í koppingarkunngerð frá landsstýrismanninum í heyst, var hendan koppseting ikki tikin við. Hans Pauli Strøm greiddi alment frá, at ráðini vóru ikki til at seta ætlaðu koppsetingina í gongd nú. Tað vóru tí heldur eingir pengar til koppseting móti lívmóðirhálskrabba í tí fíggjarlógaruppskoti, sum landsstýrismaðurin bar Løgtinginum.

 

Tí gjørdu vit eitt “Uppskot til samtyktar” um at tryggja ungum gentum hesa vaksinu. Uppskotið var til 1. viðgerð í Løgtinginum 3. desember.

Tað var eitt sera áhugavert, langt og sakligt kjak í tinginum henda dagin, og greið signal komu um, at pengar skuldu finnast á fíggjarlógini fyri 2009. Jenis av Rana setti eisini ein fyrispurning til landsstýrismannin um sama evni.

 

Tað var sostatt ikki landsstýrismaðurin, men Tjóðveldi, sum við uppskoti til samtyktar fekk málið um koppseting móti lívmóðirhálskrabba á skrá – og harvið skaffaði landsstýrismanninum pengar (sum hann helst er fegin um).

 

1 mió røkkur ikki

Vit harmast um, at upphæddin ikki strekkir til at koppseta allar 12 – 14 ára gamlar gentur. Sum víst á í løgtingsmáli 39/2008, kostar tað 1,4 mio at geva einum árgangi av 12 ára gomlum gentum tilboðið, men í fyrstu umbering má meira setast av, tí rættast er at lata tilboðið fevna um ein breiðari aldursbólk.

 

Á leið helvtin teirra, sum fáa staðfest lívmóðirhálskrabba, eru kvinnur yngri enn 45 ár – tað vil siga kvinnur í besta aldri, og mammur at smáum børnum. Granskingin vísir eintýðugt, at koppsetingin sparir lív!

 

Uppskotið kemur til 2. viðgerð og harvið atkvøðugreiðslu týsdagin 20. januar, so løgtingskvinnur og -menn kunnu vísa, hvørt teirra hugur stendur. Er vilji, ber eisini til at finna írestandi peningin.