Koppseting til tín og tín,...men tíverri ikki til tín?

Týsdagin verður onnur viðgerð av uppskotið til samtyktar frá Tjóðveldi um koppseting móti lívmóðurhálskrabba. Uppskot til samtyktar verður nýtt, m.a. um eitt landsstýrisfólk longu hevur eina heimild, men enn ikki nýtir hana

Landsstýrismaðurin í heilsumálum gjørdi beinanvegin greitt, at hann ikki ætlaði nýta pening til hesa koppseting í 2009. Í fíggjarnevndini bleiv avgjørt at seta eina millión av á fíggjarlógini fyri 2009 hóast tað kostar 1,4 millión um allar 12 ára gamlar gentur skulu koppsetast.

 

1 millión er ikki nóg mikið

Stutt kann sigast, at upphæddin er ov lítil. Um allar 12 ára gamlar gentur skulu koppsetast kostar tað 1,4 millión. So upphæddin er lítlan triðing ov lítil.

 

Hvørjar skulu koppsetast?

Fleiri okkara sita nú sum Kánus og spyrja:

Hvørjar 12 ára gamlar gentur fáa nú møguleikan fyri koppseting?

Tær, sum koma fyrst til læknan?

Tær, sum hava foreldur sum eru fíggjarliga illa fyri?

Tær, sum eru sosialt illa fyri?

 

Fyribyrging loysir seg altíð best

Hví er so trupult at samtykkja uppskot sum ongantíð fer at gerast annað enn ein íløga. Um tað snýr seg um krónur og oyru, hvat kostar krabbameinsviðgerð, innlegging, sjúkufrávera, ferðing og kanska penjón ikki samfelagnum? Fyri ikki at nevna ta sorg og undantaksstøðu øll familjan er merkt av undir og eftir álvarsliga sjúku.

Øll tøl og allar kanningar vísa, at fyribyrging altíð bæði er betri og bíligari enn viðgerð.

 

Føroyskar kvinnur oftari lívmóðurhálskrabba enn aðrar

Koppsetingin kann fyribyrgja álvarsligari sjúku og í ringasta føri deyða. Saman við

screening kann koppsetingin nærum útrudda ávís sløg av lívmóðurhálskrabba fyri eina

lutfalsliga lítla upphædd.

Tøl vísa, at føroyskar kvinnur fáa staðfest lívmóðurhálskrabba tvífalt so ofta sum í londunum

rundan um okkum. Eisini er vert at nevna, at tað oftast eru tær kvinnurnar, sum eru

ringast fyri sosialt, sum fáa lívmóðurhálskrabba. Hesar kunnu vera fíggjarliga illa fyri

og hava tí ikki pening til koppsetingina.

Á leið 18 kvinnur fáa staðfest lívmóðurhálskrabba árliga – helvtin er undir 45 ár.

Lat okkum vóna at eitt samt ting tekur undir við uppskotinum týsdagin – hava vit ráð at lata vera?