Á midnátt í gjárkvøldið komu nýggjar reglur í gildi í Grønlandi.
Reglurnar, sum grønlendska sjálvstýrið nú hevur sett í verk, loyva ikki øllum á matstovur og barrir, og reglurnar eru eisini galdandi fyri fólk, sum eitt nú skulu til frisør.
Nýggju reglurnar siga, at skalt tú á eitt nú matstovu, barr ella til frisør, skalt tú antin hava fingið tvær koppsetingar - ella kunna vísa á eina negativa koronu-roynd, sum í mesta lagi er 48 tímar gomul.
Men, sambært Sermitsiaq er tað slett ikki so lætt hjá fólki at útvega sær eina slíka negativa koronu-roynd í Grønlandi.
Orsøkin er, at orkan í fyrsta lagi verður brúkt til fólk, sum hava sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á, at viðkomandi hava koronu - og til fólk, sum hava verið nær øðrum, ið eru vorðin smittað.
Haraftrat verður orkan brúkt til fólk, sum ferðast til Grønlands, men sum ikki eru koppsett, eins og til fólk, sum av heilsufakligum metingum eru í vanda fyri at bera smittu til landið.
- Fólk, sum ikki eru koppsett, men sum ynskja eina koronu-roynd, tí tey ætla sær á matstovur, barrir ella aðrastaðni, har negativ koronu-roynd nú krevst, verða bert kannað í tann mun, tað er møguligt, sigur grønlendska sjálvstýrið.