Kópur etur laks fyri 100 tals milliónir

Síðani forboð varð sett ímóti at skjóta kóp við alibrúkini er fellið av laksið eksploderað. – Lúsin er størsti trupulleikin, men kópurin er næststørsti trupulleikin, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord

– Vit høvdu knívin á barkanum frá innflutningsmyndugleikunum í USA. Antin mátti forboðið koma við í lógina um aling – annars skuldu vit ikki koma við føroyskum laksi á amerikanska marknaðin, har stórur partur av føroyska laksamarknaðinum er. 

Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í alifyritøkuni Hiddenfjord, í samrøðu við Sosialin hesaferð.

Hann vísir á, at umhvørvisfelagsskapir í USA halda tað vera óetiskt at skjóta kóp fyri at kunna ala, og hetta verður slett ikki góðtikið í USA. 

– So, her høvdu vit einki val, leggur hann aftrat, sigur Atli Gregersen.

Síðani forboðið kom, er kópastovnurin undir Føroyum eksploderaður. 

Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður, hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni, grein 52a fyrispurning um um málið.

Í fyrispurninginum spyr hann, um kópastovnurin undir Føroyum er vaksin – og um tað er ein nýggjur kópastovnur, sum hevur spesialiserað seg í at taka laks. 

Løgtingsmaðurin spyr eisini, um trupulleikarnir við kópi í alingini standast av, at alarar ikki hava loyvi at skjóta kóp. 

Karlot Hergeirsson vísir til eina frágreiðing hjá landsstýrismanninum til aðalorðaskifti á løgtingi um alivinnuna, sum var í desember í fjør. 

– Her kom fram, at fellið í alivinnuni, sum stendst av kópi, vaks eksplosivt í 2023. 

Løgtingsmaðurin vísir á, at árini 2019, 2020 og 2021 gjørdi kópur so at siga ongan skaða í alingini, men í 2022 broyttist støðan, tá kópur g jørdi enda á umleið 20.000 til 30.000 laksum. 

Tað, sum løgtingsmaðurin serliga hongur seg í, nú hann hevur sett Høgna Hoydal skrivligan fyrispurning, er, at fellið í 2023 gjørdist nærstan 400.000 laksar. 

– Soleiðis vaks fellið orsakað av kópi árini 2022 til 2023 við umleið 1200 prosentum, sigur Karlot Hergeirsson, sum hevur roknað seg fram til, at talan er um nógvar milliónir í mistum laksavirði. 

Lesið meira um málið í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið – og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo