Korea er á odda við einum máli

Hálvleikur er millum Korea og Noreg í hálvfinaluni í Beijing. Hálvleiksstøðan er 15-14 til Korea. Eitt skifti var Korea á odda 13-9. Norsku kvinnurnar hava brent fleiri 100% málmøguleikar, og er tað fyrst nú ímóti endanum av 1. hálvleiki, at tað er farið at líkjast hjá norsku kvinnunum.