Korndalsgarður ynskir enn fleiri námsfrøðingar í starvsfólkatoymið

 

Tú kanst byrja í starvinum 1. august ella skjótast gjørligt og arbeiða fulla ella niðursetta tíð í vøggustovu ella í barnagarðsstovu.

 


Møguleikarnir at spæla og at hava tað stuttligt á Eiði eru framúr góðir. Vit liggja tætt við ríkar náttúruperlur so sum haga, vatn, fjøru (og fótbóltsvøll), ið geva alskyns møguleikar fyri børn og vaksin. Vit hava tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og eitt vælvirkandi og eldhugað starvsfólkatoymi. Vit hava ágrýtin og dugnalig hjálparfólk og 5 námsfrøðingar, ið leggja dent á at geva børnunum umsorgan, spæl og læru og mentan og sosialisering.

 


Vit hava góða tíð til fyrireiking og eftirmeting og til sparring og supervisjón, umframt tíð til annað arbeiði. Sostatt hava vit góðar karmar til at útinna eitt dygdargott námsfrøðiligt arbeiði. Hevur tú áhuga í at menna eitt avbjóðandi og læruríkt námsfrøðiligt umhvørvi, kveikja góðan starvsfólkatrivnað, og ikki minst at hava tað stuttligt saman við okkum, so gleða vit okkum til at fáa teg við í starvsfólkatoymið.

 


Kundi tú hugsað tær at hitt leiðaran ella okkurt annað starvsfólk fyri at síggja stovnin og møguleikarnar, áðrenn tú tekur støðu til at søkja, so ring ella send sms á tlf. 740410, ella send okkum ein teldupost á korndalsgarð[email protected]

 


Løn sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya pedagogfelag. Vit gleða okkum at fáa umsókn frá tær, áðrenn 26. mai kl. 14.00. Umsókn, prógv v.m. verður at senda til [email protected]