Korona: Aftur smittumet í gjár

Í gjár settu vit bæði met í smittaðum og í smittutrýsti, sum nú er 10,3 prosent

Í gjár vóru 390 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Tað er eitt sindur meira, men metið sum varð sett 11. januar, tá 382 vórðu smittað.

 

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

3774 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 1985 smittað, nýggju eru innløgd, harav fimm vegna korona, og fýra eru innløgd av aðrari orsøk.

 

Heilsumálaráðið boðar nú frá, at ein broyting er framd í skrásetingini av hagtølum um korona. Talið av innløgdum vísir framyvir talið av persónum, sum eru innlagdir vegna korona. Tað vil siga, talið av persónum við korona, sum eru innlagdir av aðrari orsøk, verða ikki fevndir av yvirlitinum yvir hagtøl um korona í Føroyum.

 

Smittutrýstið er nú 10,3 prosent, sum eisini er met, sum annars var sett 4. januar við 9,6 prosentum.

 

Talið av smittaðum í miðal seinastu vikuna er nú komið upp á 284, sum er 209 oman fyri markið, sum landsstýrið hevur fyri at fara upp í reyða feltið í ferðsluljósskipanini, sum ikki er broytt, hóast tilmælini ikki verða framd sambært skipanini.