Korona argar Ísland áðrenn dystin móti Danmark

Aron Pálmarsson og Bjarki Már Elísson er síðstu spælararnir hjá Íslandi, sum eru smittaðir við koronu.

Ísland má spæla uttan eina av størstu stjørnunum ímóti Damark í kvøld, tí Aron Palmarsson er smittaður. - Foto: Bernadett Szabo/Reuters

Tveir íslendingar afturat eru smittaðir við koronuvirus undan hondbóltsdystinum ímóti Danmark í kvøld.

 

Ein snarkanning í morgun avdúkaði, at Aron Pálmarsson og Bjarki Már Elísson eru smittaðir við koronuvirus.

 

Tað skrivar íslendska hondbóltssambandið á heimasíðuni.

 

Í gjár vóru Björgvin Páll Gústavsson, Elvar Örn Jónsson og Ólafur Andrés Gudmundsson staðfestir smittaðir.

 

Björgvin Páll Gústavsson, sum spælir við Aalborg Håndbold, er millum størstu stjørnurnar hjá Íslandi í endaspælinum, og tað er ein ordan strika í rokningini, at hann ikki verður við í kvøld.

 

Bæði Björgvin Páll Gústavsson og TBV Lemgo-spælarin Bjarki Már Elísson bíða nú eftir svarið upp á PCR-kanning, meðan báðir sita í sóttarhaldi.

 

Dysturin ímóti Danmark verður klokkan 19:30 í MVM Dome í Budabest og sæst á TV2.

 

Uppgerðin kann fáa stóran týdning fyri, hvør skal í hálvfinaluna í bólkinum í millumspælinum.

 

Danmark og Ísland eru saman við Frankaríki á odda í bólkinum við tveimum stigum, sum liðini høvdu við sær úr innleiðandi bólkaspælinum.

 

EM í hondbólti hevur verið nógv merkt av koronusmittu seinastu vikuna.

 

Umframt Ísland stríðast Týskland, Kroatia og Holland millum annað við at fáa bilbugt við koronusmittuni.

 

Hjá Danmark hevur bara ein tilburður verið higartil. Tað var málverjin Jannick Green, sum 3. januar varð staðfestur positivur við sjúkuni beint áðrenn endaspælið.

 

Síðani er hann vorðin frískur aftur og er komin við í hópin í endaspælinum.

 

/ritzau/

 

 

 

Ísland má spæla uttan eina av størstu stjørnunum ímóti Damark í kvøld, tí Aron Palmarsson er smittaður. - Foto: Bernadett Szabo/Reuters