Korona-deildin á Landssjúkrahúsinum verður nú niðurløgd

Korona-deildin á Landssjúkrahúsinum verður niðurløgd - og nú fáa børnini barnadeildina aftur

Korona deildin á Landssjúkrahúsinum verður nú niðurløgd. Tað hava tey avgjørt nú á Landssjúkrahúsinum, nú eingin kornatilburður er staðfestur síðani 22. apríl, ella í fimm vikur.

Samstundis hevur eingin korona-sjúkligur verið innlagdur síðani 18. apríl, ella í næstan seks vikur.

– Tað er kanska rættari at siga, at koronadeildin verður løgd í dvala, nú eingin korona tilburður er staðfestur í fimm vikur, sigur Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum.

Tað merkir, at tey hava fyrireikað seg upp á, at hóast øll starvsfólkini á koronadeildini nú fara aftur í sítt vanliga starv,  verða tey tøk at fara aftur á koronadeildina frá degi til dags, skuldi korona tikið seg upp aftur.

Tað merkir eisini, at tekur korona seg upp aftur, kann koronadeildin endurskipast aftur frá degi til dags.

Verður bara ein sjúklingur innlagdur við korona, skal korona deild alt fyri eitt skipast á A3. Men avleiðingin av tí kann verða, at nakrar ætlaðar skurðviðgerðir, verða útsettar.

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur boðað frá, at verður ein sjúklingur innlagdur til eygleiðingar fyri korona, verða teir lagdir inn á eina av teimum vanligu deildunum. Men hann skal isolerast sum vanligt er gera við sjúklingar, sum kunnu smitta við dropasmittu, soleiðis sum korona smittar.

Samstundis skal sjúklingurin kannast fyri korona alt fyri eitt og úrslitið skal vera tókt upp á tveir, tríggjar tímar. Er royndin postiv, skal sjúklingurin beinanvegin flytast á eina stovu til hann kann fara á koronadeildina.

Tað verður týsdagin, 2. juni, triðja hvítussudag, at korona-deildin verður løgd í dvala og tað merkir, at tá fer virksemið á Landssjúkrahúsinum at líkjast tí, sum tað plagdi vera áðrenn korona.

Tað merkir, at tá verða allar sengur aftur tøkar til tað vanliga virksemið á Landssjúkrahúsinum.

Herfyri varð koronadeildin skerd og flutt niður á barnadeildina á B5. Men hetta merkir eisini, at nú fáa børnini eisini barnadeildina á B5, aftur.