Eg vænti tíverri at smittutølini fara at hækka nú upp undir jól

Vilja fólk gera sítt til at tálma koronu, kunnu tey avmarka ta sosialu samveruna, og tað eru fleiri fyritøkur, sum hava avlýst jólaborðhaldið, sigur Pál Weihe

– Eg vænti tíverri, at smittutølini fara at hækka, nú vit eru í jólamánaðinum, og fólk gera nógv burtur úr at vera saman við øðrum. Tað heldur Pál Weihe, ráðgevari í koronu.

 

Tann 13. November komu nýggj tilmæli í gildið og løgmaður segði, at nú skuldu tey fylgja við gongdini teir næstu tíggju dagarnar og so skuldi støðan eftirmetast.  Nú eru so tríggjar vikur farnar, men framvegis verða líka nógv fólk smittað nú, sum tað gjørdi, tá ið tilmælini vórðu sett í gildið. Sostatt eru smittutølini ikki lækkað og spurningurin er, hvat nú er til ráða at taka.

 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur ongar viðmerkingar í dag. Hann sigur, at Farsóttarnevndin skal hava fund í dag og eftir tað verður støðan eftirmett.  

 

– Vit kunnu ikki siga, at smittutølini eru lækkað, staðfestir Pál Weihe. Og nú er er so eisini ein nýggjur variantur av koronu, omikron, við at taka seg upp ymsastaðni. Enn er hann ikki staðfestur í Føroyum, men læknarnir vænta, at tað er bara ein spurningur um tíð.

 

Pál Weihe sigur, at enn er tað ikki so nógv, vit vita um tann nýggja variantin, men tað sær út til at hann smittar verri enn tann delta-varianturin, sum nú gongur. Men tað er ikki vist, at fólk verða sjúkari av hesum nýggja variantinum, men tað fáa vit greiði á.

 

 

 

Avlýsa jólaborðhald

 

Nú jólini nærkast, er tað hátíð fyri sosialari samveru og Pál Weihe sigur, at tískil eru vit í eini truplari støðu. Og sum støðan er nú, stúrir hann, tíverri, at talið á smittaðum fer at hækka.

 

Tað einasta góða er, at nú eru so nógv fólk koppsett, so tað er væntando, at hjá teimum allarflestu verða sjúkuteknini mild. Men nøkur fara at verða hart rakt – og tað er ikki til at siga frammanundan, hvør tað verður, sum verður hart raktur. Men tey, sum ikki eru koppsett, eru í serligum vanda, so hvørt prik telur, leggur hann afturat.

 

Út frá einum læknafakligum sjónarmiði burturav, eru hansara ráð, at vit gera nógv burtur úr at kannað, serliga tey smærru børnini, sum ikki verða koppsett. Nú verður skipað fyri jólatræi fyri børnum alla staðni, har nógv børn eru saman, so vit kunnu stúra fyri, at eitt slíkt barnatiltøk kann vísa seg at vera eitt ordilig super-spjaðara tiltøk.

 

– Koronupassið er avgjørt ein verja, men tað er ikki ein fullgóð verja. Fólk kunnu vera saman, men so er treytin, at fólk halda frástøðu - men vit vita eisini, at í veitslulagi, er tað ringt.

 

Herfyri upplýsti fútin, sum eisini er formaður í farsóttarnevndini, at fyri at ganga undan sum eitt gott fyridømi, vórðu jólaborðhaldini hjá løgregluni avlýst í ár. Pál Wehe sigur, at vilja vit gera okkara til at forða fyri smittuspjaðing, eiga vit at avmarka sosialu samveruna so nógv, sum tilber.

 

Hann veit eisini um fleiri arbeiðspláss, sum hava avlýst jólaborðhaldið í ár og onnur hava avmarka tey við tað, at hvør deild, ella hvør skrivstova, á arbeiðsplássinum heldur veitslu fyri seg fyri at avmarka talið á fólki, sum koma saman.

 

– Tað havi eg stuðlað teimum í, tí tað er ein gongd leið, sigur Pál Weihe.