Korona: Eiga at lata seg kanna tríggjar ferðir

Pál Weihe herðir tilmælið um koronu

Øll, sum koma til Føroyar í hesum døgum, eiga at lata seg kanna tríggjar ferðir fyri koronu. Tað heldur Pál Weihe, ráðgevari í koronu, og sostatt herðir hann tilmælini um koronu-kanningar.

Í løtuni eru tilmælini tey, at øll, sum koma higar, skulu lata okkum kanna tvær ferðir. Fyrru ferð er við markið, antin á flogvøllinum í Vágum, ella á ferjuleguni í Hirtshals, áðrenn farið verður umborð á Norrønu. Og so er tilmælið, at tey halda seg mestsum fyri seg sjálvi í seks dagar og tá eiga tey so lata seg kanna umaftur.

Men nú mælir hann til, at tey, sum koma higar, eisini lata seg kanna, ÁÐRENN, tey koma higar.

– Eg mæli til, at tey, sum koma higar, hava eina váttan fyri, at tey eru kannað fyri koronu, longu áðrenn tey seta seg í flogfarið hjá Atlantsflogi í Keypmannahavn ella í Billund, ella møta upp á bryggjuni í Hirtshals á veg umborð á Norrønu. Tann kanningin skal vera í mesta lagi 72 tímar gomul, ella tríggjar dagar gomul.

So verða tey kannað aðru ferð á flogvøllinum í Vágum, ella á bryggjuni í Hirtshals, men so mæla vit framvegis staðiliga til, at tey lata seg kanna um aftur, tá ið tey hava verið her í seks dagar. Frá tí at tey eru komin, til tey eru kannað sætta dagin, eiga fólk at vísa størsta varsemi, og ikki fara út ímillum fólk.

Hann sigur, at tann triðja kanningin er ein serlig trygd og tað heldur hann, vit eiga at seta í verk, tí støðan í Føroyum er góð. Tað, sum bú er altavgerandi fyri okkum, er, at vit verja okkara landamørk og forða fyri, at fólk bera smittu inn á okkum uttaneftir, sigur hann.

Hann sigur, at hetta ger seg serliga galdandi nú uppundir jól, tá ið fólk í stórum tali koma til Føroya at halda jól.

Tað eru eisini nógvir útlendingar, sum arbeiða í Føroyum, og Pál Weihe mælir teimum, sum koma úr londum, sum eru hart rakt av koronu, um at hugsa seg serliga væl um.

– Sum støðan er nú, eiga tey at umhugsa um tað er nú at tey fara heim at ferðast, ella um teir skulu arbeiða eina dupulta vakt í Føroyum, ella meir, og so fara heim at halda frí, táið smittutrýstið er hæsað av.

– Mær dámar einki hesa ferðingina aftur og fram ímillum Føroyar og útheimin, sigur Pál Weihe. Men fara arbeiðsfólkini kortini heim at ferðast, eiga tey at halda seg í einum slagi av arbeiðs-sóttarhaldi, teir fyrstu fjúrtan dagarnar eftir at tey eru komin aftur. Tað merkir, at tey eiga at halda seg fyri seg sjálvi á arbeiðsplássinum í tvær vikur, leggur hann afturat.