Korona: Fjórða hvørt andlát er í USA

Í USA eru sløk 2800 andlát av koronavirtus seinasta samdøgrið.

Talið av deyðum av koronavirusfarsóttini er í morgun oman fyri 202.000 í øllum heiminum.

Seinasta samdøgrið hevur USA skrásett sløk 2800 fólk sum deyð við koronavirus.

Her er eitt yvirlit yvir talið av deyðum í ymsum útvaldum londum og ringasta rakti býur í løtuni er New York City.

Talið av deyðum er uppgjørt klokkan 04 í morgun. Fyrra talið í klombrum er talið av deyðum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Hækkingin er juppgjørd klokkan 04 gjáramorgunin og 24 tímar fram.

Talið í seinu klombrunum vísir í prosentum, hvussu nógv talið av deyðum um dagin er hækkað ella lækkað í mun til dagin fyri.

* USA: 53.755 deyð tilsamans (16,4). 2738 deyð í 24 tímar (+142,3 prosent).

* Italia: 26.384 deyð tilsamans (43,7). 415 deyð í 24 tímar (-1,2 prosent).

* Spania: 22.902 deyð tilsamans (48,8). 378 deyð í 24 tímar (+3,0 prosent).

* Bretland: 20.319 deyð tilsamans (30,5). 813 deyð í 24 tímar (+5,9 prosent).

* New York City: 17.126 deyð tilsamans (203,9). 480 deyð í 24 tímar (+86,0 prosent).

* Týskland: 5877 deyð tilsamans (7,1). 154 deyð í 24 tímar (+4,1 prosent).

* Svøríki: 2192 deyð tilsamans (21,4). 40 deyð í 24 tímar (-69,5 prosent).

* Danmark: 418 deyð tilsamans (7,2). 15 deyð í 24 tímar (+66,7 prosent).

* Allur heimurin: 202.846 deyð tilsamans (2,7). 6926 deyð í 24 tímar (+33,8 prosent).

Kelda: Johns Hopkins University.

/ritzau/