Korona: Góð tíðindi fyri fótbóltin

Professarin í virusfrøði, Allan Randrup Thomsen, heldur, at smittuvandin er lítil millum leikarar, tá ein fótbóltsdystur verður leiktur uttandura.

 

Eitt danskt upprit bendir á, at tað er minni vandi fyri at verða smittaður við covid-19 í einum fótbóltsdysti, enn áður hevur verið hildið. Men, tað er eftir øllum at døma ikki semja millum serfrøðingar um hetta. 

Tað er Aarhus Universitet, sum stendur aftan fyri nevnda upprit, sum tekur útgangsstøðið í rørslunum millum fótbóltsleikarar í 14 dystum í donskum toppfótbólti. Hugt hevur verið eftir, hvør smittuvandin í fótbóltsspælinum er.

Úrslitini í kanningini vísa, at ein fótbóltsleikari í miðal í einum heilum dysti var í tilsamans hálvan annan minutt innan fyri tað økið, sum verður mett at vera tann kritiska smittufrástøðan.

Danskir myndugleikar halda, at fólk skulu vera innan fyri tveir metrar av einum smittaðum persóni í meira enn 15 minuttir í senn, áðrenn hetta verður roknað fyri at vera eitt týðandi nærsamband og tískil eisini smittuvandi.

Uppritið, sum Aarhus Universitet stendur aftan fyri, er ikki almannakunngjørt enn, men videnskab.dk hevur umrøtt úrslitini og hevur biðið ein bólk av granskarum hyggja nærri at kanningini.

Forskning.no hevur eisini umrøtt kanningina.

Professarin í virusfrøði, Allan Randrup Thomsen, heldur, at smittuvandin er lítil millum leikararnar, tá dysturin verður leiktur uttandura. - Tað er eingin ivi um, at tíðin, har leikarar eru í nærsambandi, er ikki kritisk, sum hann tekur til.

Tað eru granskararnir, Nikolas S. Knudsen, Manuel M. Thomasen og Thomas Bull Andersen, sum standa aftan fyri uppritið. Teir hava brúkt framkomnar dátugreiningar fyri at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu leikararnir flyta seg á vøllinum í mun til ein møguligan smittaðan leikara.

- Men, tað er týdningarmikið fyri okkum at finna fram til eitt ítøkiligt tal, sum kann verða grundarlag undir einum kjaki. Fótbóltsleikarar vilja gjarna sleppa ígongd, og onkur noyðist at taka støðu til, um tað er í lagi ella ei, sigur Allan Randrup Thomsen sambært videnskab.dk

Norskir smittuverjuserfrøðingar hava higartil ikki verið eins positivir og teir donsku, og í Noregi hava fleiri serfrøðingar hildið, at tað kann vera ov tíðliga at lata upp fyri fótbóltinum beint nú.

Eitt nú hevur professarin í reinføri og fyrrverandi norski smittuverjuyvirlæknin, Bjørg Marit Andersen, ávarað ímóti ætlanunum um leika eina heila fótbóltskapping í 2020. Ein annar professari innan heilivág í Noregi, Siri Forsmo, heldur tað vera rættast at brúka mai fyri at síggja, hvussu gongdin við smittu verður.

Siri Forsmo stúrir nevniliga fyri nýggjari smittuspjaðing, um latið verður upp fyri fótbóltinum í Noregi nú. - Leikararnir gerast kanska ikki so sjúkir sjálvir, men teir kunnu spjaða smittu. Eg haldi, at tað er ov tíðliga at lata upp nú, sigur hon við NRK.