Korona ger um seg á dagstovnum í Havn

Allir dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu lata aftur

Fleiri av dagstovnunum í Tórshavnar kommunu eru raktir av smittu í starvsfólkahópinum og millum foreldur.

Hesum verður boðað frá nú, og í sama sambandi verður boðað frá, at avgerð er tikin um at steingja allar dagstovnarnar í kommununi fyribils fram til 17. august.

– Kommunan metir neyðugt at taka hesi atlit við verandi smittustøðu.

Eitt nú er korona staðfest í barnagarðinum Lítlaskógi.

– Vit hava havt eitt smittað fólk millum okkum í vikuni, og tí eru øll, sum hava verið á stovninum, biðin um at lata seg kanna, skrivar heimasíðan hjá Lítlaskógi.

Neyðansing

Frá týsdegnum 11. august fer kommunan tó at hava ein ella tveir stovnar opnar til neyðansing. Støða verður tikin til, hvørjir stovnar kunnu hava opið. Børn í neyðansing koma sostatt í flestum førum ikki at vera á teirra vanliga stovni.

Talan verður bert um tørv, sum er at meta sum alneyðugur til tess at hava týðandi funktiónir í gongd innan heilsuverkið, eldraøkið, almannaverkið og tilbúgving.

Til ber at melda til á [email protected], har upplýst navn og føðingardag hjá á barni, navn á dagstovni, ið barnið er á, og grundgeving fyri tørvi á neyðansing.

– Kommunan tekur í hvørjum einstøkum føri avgerð um, hvør tørvur verður mettur alneyðugur at fáa barnið í ansing, sigur Tórshavnar kommuna.

Starvsfólk, sum skulu til arbeiðis á dagstovni í næstu viku, verða testað.

– Heitt verður inniliga á øll foreldur um at hava børnini heima, sigur kommunan.