Korona: Hava longu fingið nakrar fyrispurningar

Men stjórin væntar fleiri umsóknir sum summarið líður

– Vit hava longu fingið nakrar fyrispurningar, men vit vænta fleiri, sum summarið líður. Tað sigur Niels Dann West, stjóri í Framtaksgrunninum, við útvarpsstøðina,FM1.

Nú tað er klárt hjá Ferðavinnuni at søkja um korona-stuðul úr grunninum. Framtaksgrunnurin hevur 30 milliónir til taks til fyritøkur í ferðavinnuni, sum eru komnar í neyð av korona-kreppuni. Og tað er ein játtan, sum er til taks í ár og næsta ár.

Vanliga fer Framtak, sum grunnurin vanliga verður kallaður, bara upp í nýtt virksemi, ella fyritøkur, sum ætla at økja umvirksemi. Men í sambandi við stuðulin til ferðavinnuna er einki krav av hesum slagi.

Í sambandi við korona, kunnu vit eisini fara upp fyritøkur, sum bara ætla at halda fram við sínum verandi virksemi, og tað kundi grunnurin ikki áður.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Niels Dann West greiða frá á FM1.