Korona: Hava mist 5 milliónir í inntøku

Ein partur í ferðavinnuni er serliga hart raktur, men eitt uppskot kann bøta um støðuna

Koronakreppan hevur eisini verið ein dýr søga fyri Tórshavnar Havn. Eftir ætlan skuldi tíggjutals ferðafólkaskip koma á Havnina í ár, men tað verður alt av ongum í ár.

Tvey tey fyrstu, sum skuldu koma tíðliga í ár, fingu forboð fyri at koma higar, og restin hevur avlýst.

Á ferðavinnufundi hjá Havnar Framburðsfelag upplýsti Annika Olsen, borgarstjóri, at hetta hevur ført til ein beinleiðis inntøkumiss hjá Tórshavnar Havn upp á fimm milliónir krónur.

Men umframt Tórshavnar Havn er tað ein rúgva av øðrum fyritøkum, sum eisini hava mist nógv av tí sama.

Serliga svárur er missurin hjá bussførarum, og øðrum, sum veita øllum hesum ferðafólkunum í tíggjutúsundatali tænastur av ymsum slagi.

Ein onnur vinna, sum er hart rakt av korona, eru tey, sum koyra hýruvogn, sigur borgarstjórin.

Hon sigur at ferðavinnan er høvuðsvinnan í Havn, og hon hevur líka stóran týdning fyri Havnina sum fiskivinnan hevur fyri Klaksvík.

Tí átalar hon harðliga, at landsstýrið ikki langt síðani er komin við einum hjálparpakka til ferðavinnuna.

– Tað sær út til, at myndugleikarnir sita og bíða eftir at fyritøkur fara á húsagang. Men eru tær fyrst farnar, verður tað ómetaliga ringt at fóta sær aftur, sigur hon.

– Vit hava vitað leingi, at ferðavinnan fór at vera hart rakt, og tí er tað átaluvert, at tað hevur tikið so langa tíð at seta tiltøk í verk fyri at bjarga henni, segði hon.

Hon vísir á, at ferðavinnan hevur fylgt tilmælunum frá myndugleikunum út í æsir, og tí heldur hon, at tað er óvirðligt, at tey ikki hava fingið eina hjálpandi hond, og at myndugleikarnir ikki taka kreppuna í størri álvara.

Á fundinum varð eisini staðfest, at í Tórshavnar Kommunu eru nógvir barnagarðar, skúlar, ellisheim, og annað.

Og ístaðin fyri at lata bussarnar standa tómar varð skotið upp, at býráðið heldur leigaði teir at fara ein túr við skúlabørnum, barnagarðsbørnum og eldri fólki á ellisheimum. Samstundis kundu starvsfólk á teimum tómum matstovunum fingið til arbeiðis at smurt matpakkar til tey.

Tey hildu, at hetta hevði skapt eitt ávíst virksemi, heldur enn »bara at oysa pengar til arbeiðsleys fólk, tí tað førir ikki til nakað«, sum tikið varð til.

Víst varð eisini á, at í Íslandi og í Svøríki hava myndugleikarnir leigað hotell í eitt ár, ella so til bráðfeingis bústaðir til heimleys og til skrivstovur og annað.

Men tey, sum fáast við ferðavinnuni, tóku ikki undir við hesum, tí tey hildu, at vit skulu heldur royna at fylla hotellini við ferðafólkum, tí samanum tikið kastar tað munandi meiri av sær.

Í Sosialinum hetta vikuskiftið hava vit meiri um hetta sama. Har verður víst á, at tað er ein avtala í samgonguni, at korona-hjálpin hjá Als skal halda fram eftir 30 juni. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur annars boðað frá, at teir verða ikki longdir, men Christian Andreasen, formaður fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum, sigur, at  tað kann vera neyðugt at tvinga tað ígjøgnum við lóg.