- Eg veit ikki hvat tað var sum hendi

- Tað hevur ongantíð verið soleiðis, at nakar partur av virkseminum hevur ligið stillur orsakað av koronu, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi Føroyar.

 

- Eg veit satt at siga ikki, hvat tað var, sum hendi við prísunum í vár, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

Tað tók sína tíð, áðrenn Mowi í Føroyum kundu staðfesta, at korona, sum byrjaði at gera um seg kring heimin á vári í 2020, í størri mun ávirkaði sølu og prísir á laksi.  

- Okkara marknaðir vóru fyri so vítt allir opnir, men á heysti í 2020 merktu vit, at prísirnir lækkaðu. Soleiðis var ígjøgnum allan fjør vetur, og talan var um eina munandi príslækking. 

 

Men, á vári í ár broyttist príslegan knappliga, og fingu aftur meira fyri laksin.

 

- Eg vil siga, at prísirnir broyttust knappliga fram móti páskum, soleiðis at príslegan á laksi fyri okkara viðkomandi nú gjørdist sum fyri koronu. 

Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at hann dugir ikki at siga, hvat tað ítøkiliga var, sum hendi kring páskirnar, tí tá herjaði korona framvegis í fleiri londum kring heimin. 

Og soleiðis er enn í dag.   

 

Stjórin í Mowi Føroyar heldur fyri, at koronu-farsóttin fyri teirra viðkomandi meira ella minni var av, tá páskirnar stundaðu til.

- Men, eg veit satt at siga ikki, hvat tað var, sum hendi, endurtekur hann.

 

Spurdur, hvørji útlitini eftir hansara tykki eru í dag, heldur stjórin, at tað er ógvuliga trupult at siga.

- Vit hoyra, at lond framvegis eru hart rakt av koronu, og tí er ógvuliga trupult at spáa um, hvør gongdin verður, og hvat hetta kemur at merkja fyri søluna av laksi frameftir.

Hann vísir á, at størstu marknaðirnir hjá Mowi Føroyar eru Russland, og síðan fer nakað av fiski til Evropa og eitt sindur til USA.

- Vit selja slett ikki laks til Kina í løtuni, leggur hann aftrat.

 

Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at korona í aðrar mátar ikki hevur havt nakra serliga ávirkan á virksemið hjá alifyritøkuni. 

 

- Vit keypa rognini úr Íslandi, og vit hava laksin, og her hevur stórt sæð alt verið, sum tað skal. Korona hevur rakt okkum í lítlan mun, og fá starvsfólk hava verið í sóttarhaldi. Tað hevur ongantíð verið soleiðis, at nakar partur av virkseminum hevur ligið stillur orsakað av koronu.

Stjórin sigur, at eitt, sum eisini Mowi Føroyar hevur hevt seg við, er, at flestu rávørur eru dýrkaður undir koronu.

 

- Hetta hevur eisini ført til øktar prísir á eitt nú pakningi, og hetta er nakað, vit hoyra um í breiðum høpi. Ivaleyst er ein orsøkin, at verksmiðjur úti í heimi lógu stillar - ella partvís lógu stillar - onkur tíðarskeið, og síðan skal startast upp aftur og framleiðast upp í goymslurnar, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi Føroyar.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í blaðsølurnar síðsta fríggjadag, var stórt serblað um vinnu, og her er nógv forvitnisligt og viðkomandi vinnutilfar at lesa. Í serblaðnum verður eitt nú hugt eftir, hvat korona hevur merkt fyri føroyskar vinnufyritøkur.

 

- Eg veit satt at siga ikki, hvat tað var, sum hendi við prísunum í vár, sigur Hans Jákup Mikkelsen.