Korona í Føroyum: Fara at kanna tøl sum ørkymla

Í Sjúkrahúsverkinum halda tey seg hava eina forkláring

Eru tað ov nógvir av teimum eldru føroyingum, sum ikki koppseta seg fyri koronu? tað er eitt mál, sum heilsumyndugleikarnir nú fara at kanna út í æsir. Landslæknin sigur, at tað eru næstan 15 prosent av teimum yvir 60 ár, sum ikki eru koppsett, og tað órógvar hann, tí hann heldur, at tað er ov nógv.

 

Hann sigur, at hetta eru teir aldursbólkarnir, sum er í størst vanda tey koronu, og tí er hetta eitt mál, sum tey fara at taka upp. Hann heldur, at her má gerast fyri at fáa fleiri at koppseta seg. Ein máti er at venda sær persónliga til fólk at bjóða teimum at verða koppsett, men tað fara tey at viðgera.

 

Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevari í Sjúkrahúsverkinum, sum situr við hagtølunum um koppsetingar, sigur, at hetta er ein spurningur, tey fara at taka upp og lýsa út í æsir. Men fyribils heldur hann, at tað er kanska ein góð forkláring upp á, hví tað eru nøkur, sum mangla at verða koppsett.

 

Hann sigur, at talan kann vera um fólk, sum býr á oyggjum, har tað ikki er so lætt at lata seg koppseta. Tað verður bara koppsett á teimum trimum sjúkrahúsunum og tað kann vera møtimikið hjá fólki, har tað ikki er landfast við eitt av sjúkrahúsunum, at fara til koppsetingar.

 

Verður hugt eftir teimum eldru, eru tað 85 prosent av teimum, sum eru 85 ár og eldri, sum eru liðugt koppsett og í aldursbólkinum frá 75 – 84 ár, eru tað 83 prossent, sum eru liðugt koppsett. Í aldursbólkinum frá 65 til 74 ár, eru tað 78 prosent, sum eru liðugt koppsett og í aldursbólkinum frá 55 – 64 ár, eru tað 60 prosent, sum eru liðugt koppsett.

 

Men hann vísir á, at í øllum aldursbólkinum frá 65 ár, og uppeftir, eru tað ímillum 89 prosent og 90 prosent, sum hava fingið tað fyrru sproytuna. Og verður hugt eftir teimum frá 55 til 64 ár, eru tað 85 prosent, sum hava fingið ta fyrru sproytuna. Tað merkir at tey eru í skipanini og fara eisini at fáa ta seinnu sproytuna.

 

Men hann ásannar eisini, at nógv tey flestu av teimum, sum bíleggja tíð nú, eru tey yngru og nú eru at kalla allar tíðirnar farnar til koppingarevnið, sum kom mikukvøldið. Tær tíðirnar fóru allar upp á eina lítla løtu, og ein orsøk til at tað eru tey yngru, sum fáa tær flestu tíðirnar, kann vera, at tey eru kvikari á knappaborðinum enn tey eldru eru, sigur Fróði Jacobsen.

 

So hetta er ein spurningur, tey fara at lýsa út í æsir fyri at vita um onnur stig skulu takast fyri at fáa tey eldru til nálina. Hann siga, at í hesum sambandi fara tey at kanna, hvar í landinum talið á koppsettum kundi verið hægri, og vísir tað seg, at tað er á plássum, har tað er langt á eitt koppingarstað, fara tey at umhugsa at fara út til tey at koppseta tey.