Korona: Ivasamt um tamarhald er á støðuni í løtuni

Tað eru tey fáu fólkini, sum ikki eru koppsett, sum dríva korona runt um landið

– Vandin fyri at fólk verða illa sjúk av koronu, er fleiri ferðir størri hjá teimum, sum ikki eru koppsett, sum hann er hjá teimum, sum eru koppsett. Tað staðfestir koppsetingarbólkurin í eini nýggjari fráboðan um koronu.

 

Staðfest verður, at tað eru tey, sum ikki eru koppsett, ið eru miðdepil fyri smittuspjaðingini, sum er nú og koppset sigur, at í løtuni er tað ivingarsamt um tað er  tamarhald er á støðuni.

 

Aftur í gjár, eru fleiri tilburðir staðfestir, og hett er triði dagurin upp í slag, at talið á koronutilburðum, hækkar

 

Les meisi um tað her: Aftur fleiri tilburðir ígjár

 

– Men í koppsetingarbólkinum er ongin ivi um, hvat besta vápnið er í stríðnum ímóti koronu, og tað er koppseting.

 

Nú hava 90 prosent av øllum yvir 12 fingið ta fyrru sproytuna og stívliga 85 prosent hava eisini fingið seinnu sproytuna. Men tað eru tey fáu, sum ikki eru koppsett, sum eru tann stóri trupulleikin, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum, í fráboðanini í dag.

 

– Tað eru tey, sum ikki eru koppsett, sum eru miðdepilin fyri smittuspjaðingini. Tað vísa kanningar í londunum rundan um okkum, og vit hava onga grund at halda, at støðan er øðrvísi í Føroyum.

 

Støðan er eisini tann, at tey, sum ikki eru koppsett, eru í fleiri ferðir so stórum vanda fyri at verða so sjúk av koronu, at tey mugu leggjast inn á sjúkrahús. Sostatt seta teym sum ikki eru koppsett, ikki bara seg sjálvi í ein óneyðuga stóran vanda, men tað er í stóran mun eisini tey, sum leggja trýst á alt heilsuverkið, sigur landslæknin.

 

Nógv, sum eru koppsett fólk verða eisini smittað, men fyri tað mesta eru tey so væl vard, at tey ikki verða álvarsliga sjúk. Men hjá. Teimum, sum vórðu koppsett fyrst, er immunverjan viknað aftur. Ímillum tey fyrstu, sum vórðu koppsett, eru eisini tey, ið ringast tola sjúkuna – tað eru heilsuveik fólk og eldri fólk.

 

– Tí mælir koppsetingarbólkurin eisini staðiliga til, at tey, sum hava fingið tilboð um triðju koppsetingina, skunda sær at taka av.

 

Tá ið so nógv bera smittuna, sum talan er um nú, er vandin eisini størri fyri, at fólk í vandabólkum verða smittað, hóast tey eru koppsett. Tí hevur tað so stóran týdning, at tey fáa ta eyka verjuna, sum tann triðja sproytan gevur. Í fyrsta lagi verja tey seg sjálvi, men í øðrum lagi minka tey eisini um vandan fyri at nógv fólk verða innløgd og leggja trýst á sjúkrahúsini.

 

Tey, ið higartil hava fingið tilboð um triðju koppsetingina, eru tey, sum eru yvir 65 ár, ella yngri fólk, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, verða tey smittað við koronu.

 

Tað kunnu vera fólk við veikari immunverju ella sum taka heilivág, ið ger immunverjuna veikari, umframt starvsfólk á heilsu-, almanna- og eldraøkinum. Ein fortreyt fyri at fáa ta triðju sproytuna er tó, at tað í minsta lagi skulu vera seks og ein hálvur mánaði síðan aðru sproytuna.