Korona kann broyta føroysku ballingarmynstrini

Tað er møguligt, at koronatíðin fer at broyta býar- og ballingarmynstrini hjá føroyingum. Og tað hevði eisini verið ynskiligt.

Tað heldur Tóki Skeel Nolsøe, sum eigur og rekur náttklubban Luux í Havn.

Koronatilmælini hava havt við sær, at seinastu tíðina hevur Luux havt opið fyrr á kvøldinum, og somuleiðis hevur eisini verið stongt á midnátt.

Tóki Skeel Nolsøe sigur, at hóast Luux hevði opið frá klokkan níggju til midnátt leygarkvøldið, so varð væl vitjað, og yvirhøvur eydnaðist væl.

Og tað, at fara fyrr í býin, hevði væl kunnað verið mynstrið frameftir, metir Tóki Skeel Nolsøe.

– Tað er einki at ivast í, at tað hevði verið gott, um mentanin varð broytt, soleiðis at fólk fara at ganga fyrr úti. Vanliga finna føroyingar upp á at koma í býin klokkan tvey um náttina, og tá eru fólk nógv fullari, enn tey eru nú. Tey eru fullari og meira ófantalig, og nú tá tey koma eitt sindur fyrr, so eru tey ikki heilt komin har til enn. Fólk fara eitt sindur fornuftigari heim, og tað er sjálvandi gott.

Tað er ilt at meta um, hvørt koronatíðin fer at broyta ballingarmynstrið millum føroyingar, men skal tað broytast, so skuldi tað verið nú.

– Eg hugsi, at skulu vit royna at broyta tað, so er hetta ein gyltur møguleiki. Tað kann vera, at fólk síggja, at tað ber til at fara út at hugna sær fyrr á kvøldinum.

Vanliga er pláss fyri 350 fólkum í Luux, men um vikuskiftið sloppu 100 fólk inn. Eigararnir av skeinkistøðunum í Havn eru framhaldandi í dialogi, soleiðis at avgerðir um náttarlívið í koronatíðini verða tiknar í felag, og eingin arbeiðir í sjálvdrátti.