Korona: Komu úr Danmark og fóru beint í býin í Havn

tey hildu ikki tilmælið um koronu og løgreglan heitir nú á fólk um at ansa serliga væl eftir hesar næstu dagarnar

Tey, sum hava verið í býnum í Havn um vikuskiftið, eiga at ansa serliga væl eftir hesar næstu dagarnar um tey kanska hava fingið koronu, og tey eiga eisini at lata seg kanna fyri koronu.

Tað heldur løgreglan í morgun. Fríggjadagin frætti løgreglan, at eitt ferðalag upp á eini fimm fólk vóru komin til Føroya og tað sá út sum at tey bara vóru komin higar at ballast og at stuttleika sær.

Tey, sum koma til Føroya, verða kannað fyri koronu, beinanvegin, tey koma. Men tilmælið frá myndugleikunum er, at tey so skulu fara í heimauppihald í seks dagar og tað merkir, at tey skulu halda seg fyri seg sjálvi, og ikki fara út ímillum fólk hesar seks dagarnar.

Tá ið seks dagar eru farnir, skulu tey kanna seg um aftur og ikki fyrrenn tey hava fingið at vita, at tann royndin er negativ, eiga tey at fara út ímillum fólk.  

Men hetta tilmælið helt hetta ferðalagið úr Danmark, ikki, tí løgreglan fekk fleiri ferðir boð um, at hesi somu fólkini vóru í býnum í Havn, og at tey eisini høvdu verið inni á teimum ymsu skeinkistøðum.

Og tíðliga í morgun fek løgreglan boð um, at ein maður lá avdottin úti á alfaravegi, og tað vísti seg at vera ein av teimum, sum var komin til Føroya við hesum sama ferðalagi. Løgreglan sigur, at hann var deyðadrukkin, men at tey fingu hjálpt honum aftur á gistingarhúsið, har hann helt til.

– Vit vita í hvussu so er, at eitt ferðalag upp á eini fimm fólk, er komið úr Danmark hetta vikuskiftið, og har tey ikki hava hildið tilmælið um at vera í heimauppihaldi í seks dagar, sigur løgreglan.

Tí er eru tey ein ávísur smittuvandi og tískil eiga tey, sum hava verið í býnum í Havn hetta vikuskiftið um at vera serliga ansin, og kanska lata seg kanna fyri fyri koronu eisini, heldur løgreglan.  

Annars vórðu Føroyar lýstar koronufrítt økið fyri fyrstu ferð síðani 3. juli í fjør, men læknaður ávaraðu um, at tað er framvegis neyðugt at vera á varðhaldi, og at ansa væl eftir, tí londini rundan um okkum, eisini Danmark, er framvegis hart rakt av koronu. Serliga stóran týdning hevur tað at ansa væl eftir teimum, sum koma til landið, tí tað skal bara ein einstakur superspjaðari til, so kann smittan aftur fara at breiða seg, sum eldur, segði Pál Weihe við info fríggjadagin.