Korona-kreppan kosta Landssjúkrahúsinum 1,7 milliónir krónur um vikuna.
Tað sigur Steinar Eirikstoft, stjóri fyri Sjúkrahúsverkið.
Síðani korona-tiltøkini vórðu sett í verk fyri einum mánað síðani, hevur virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum verið munandi skert. Og harumframt hava tey eisini havt úteiðslur av at fyrireika seg til at taka ímóti sjúklingum við korona.
Í farnu viku skrivaðu vit, at leiðsla og serlæknar á Landssjúkrahúsinum arbeiða nú við eini ætlan fyri, hvussu virksemið kann økjast aftur eina ferð í næstum.
Les meiri um tað her: Nú fara fleiri sjúklingar at sleppa til viðgerðar
Steinar Eirikstoft ásannar, at tá ið virksemið er skerst, slepst heldur ikki undan at bíðilistarnir til fleiri viðgerðir er longri nú enn teir hava verið, so tað fer at taka eina tíð at vinna alt inn aftur.
Hvussu langa tíð tað fer at taka, veldst um, hvussu skjótt virksemið kann økjast aftur, og hvussu stórt, fíggjarligt rásarrúm, tey fáa at vinna alt inn aftur við.
Men hann sigur, at fíggjarliga hevur hetta verið dýrt fyri heilsuverkið, so tað er ikki óhugsandi, at tað verður neyðugt við eini eykajáttan – eisini fyri at sleppa undan stórum sparingum í ár.
– Tað er einki at ivast í, at tað fer at hava serligar útreiðslur við sær at arbeiða bíðilistan undan aftur, sigur Steinar Eirikstoft.
– Hetta rakar okkum rættilig meint, staðfestir hann. Hann sigur, at korona-tiltøkini kosta nevniliga Landssjúkrahúsinum 1,7 milliónir um vikuna.
Men tann fyrsta mánaðin var talan um eina útreiðslu upp á slakar 10 milliónir, tí tá keypti Landssjúkrahúsið eisini inn undir seg av ymsari verndarútgerð, sum kravdust, umframt at nógv virksemið er umskipað, og at tey eisini høvdu aðrar útreiðslur tey høvdu til KT skipanir og annað.
Men annars er nógv fólk sent til hús fyri at avmarka smittuvandan, men tey fáa kortini fulla løn.
– Hvussu stór rokningin verður tilsamans, veldst sjálvsagt um, hvussu leingi korona-tilbúgvingin varar. Tað verður ikki fyrr enn korona-tilbúgvingin er av, at rokningin kann gerast upp, sigur Steinar Eirikstoft.
– Men vit eru fegin um, at korona hevur ikki elvt til tað stóra trýstið á heilsuverkið, sum vit hava sæð í øðrum londum. Men skuldi tað komið, eru vit til reiðar, sigur hann.
Eisini á Klaksvíkar sjúkrahúsi er talan um ein størri útreiðslur av korona, tí har vóru nógv fólk í sóttarhaldi og mátti fáa onnur starvsfólk til arbeiðis ístaðin. Men á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava at kalla ongar eyka útreiðslur verið.