Korona legði sína køvandi hond á náttarlívið

Tað hevur verið ógvuliga lítið av fólki í býnum í nátt

Tað var lítið av fólki í býnum í gjárkvøldið. Tað sigur løgreglan, sum eisini sigur, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt.

 

Korona er aftur farið at ganga í Føroyum og myndugleikarnir hava boðað frá, at sum nú er, hava teir ikki tamarhald á støðuni. Tað merkir, at teir vita ikki, og at tað eru fólk, sum bera smittuna víðari, uttan at teir vita hvar, ella hvør.

 

Tí er tilmælið frá myndugleikunum, at øll tiltøk verða avlýst hesa næstu vikuna, og sostatt er bæði mentanarnáttin í Havn, Norðoyastevnan í Klaksvík, og onnur tiltøk, avlýst. Myndugleikarnir heittu eisini á fólk og felagsskapir um at avlýsa føðingardagar, veitslur, og onnur tiltøk, sum samla nógv fólk og tað hava fólk tikið til eftirtektar.

 

Samstundis gjørdu nøkur skeinkistøð, sjálvboðin, av at lukkað heilt, og onnur gjørdu av at lukka langt áðrenn tey plagdu.

 

Og hetta hevur lagt sína køvandi hond á náttarlívið, tí løgreglan sigur, at tað var lítið av fólki at síggja. Samstundis lótu tey flestu skeinkistøðini aftur á midnátt, men tað, løgreglan veit, høvdu tvey skeinkistøð opið til klokkan eitt, men so lukkaðu tey eisini.