Húsarhaldsvørur, byggivørur og ein øgilig rúgva av munnbindum - ella maskum - eru skolað upp á strendurnar á avstralsku eysturstrondini. Orsøkin er, at eitt bingjuskip, sum er skrásett í Singapore - APL England - sunnudagin misti 40 bingjur í havið.
- Strendurnar síggja út sum stórir ruskdungar, sigur Aliy Pott, sum býr á leiðini, við The Guardian.
Hon luttók í gjár saman við øðrum í uppruddingini á einari av strendrunum, sum eru raktar. Her fekk hon bókstaviliga sæð nógvar ferðir hendurnar fullar av maskum, sum stórur tørvur hevur verið á nógvastaðni í heiminum, nú korona-kreppan hevur herjað.
Nú eru kanningar í gongd, sum skulu staðfesta, hvat tað var, sum hendi, tá skipið misti bingjurnar. Filmsbrot av hendingini, sum vaktartænastan hevur tikið, vísa, at bingjurnar umborð á skipinum eru ikki serliga væl stáplaðar.
- So skjótt, sum skipið kemur í havn í Brisbane, fara vit umborð at kanna, hvussu viðurskiftini umborð á skipunum eru, og hvussu er við trygdini. Vit vilja eisini hava at vita, um bingjurnar vóru stáplaðar á forsvarligan hátt.
Tað sigur átaksleiðarin hjá vaktartænastuni AMSA í økinum, Allan Schwartz, sum eisini vil hava at vita, hvør skal taka ábyrgdina av teirri dálking, sum hetta hevur ført við sær. Fólk, sum búgva við hesar strendur, hava út at gera við at taka upp ymiskt, sum er komið úr bingjunum og er rikið upp á annars so vøkru strendurnar.
- Vit fingu upp í fleiri fullar plastsekkir, og vit vænta, at neyðugt verður at rudda í fleiri dagar, tá havt verður í huga, hvussu nógv er farið í havið av skipinum. Fólk mugu koma oman á strendurnar at taka eina hond í, sigur Aliy Pott við The Guardian.