Korona: Meira enn fimti hvør hevur verið smittaður

Sera nógv fólk eru smittað seinastu dagarnar, og bara í ár eru 5.260 fólk í Føroyum smittað við koronu.

 

Í ár eru 56.697 koronukanningar gjørdar, og í miðal um dagin eru 238 fólk smittað. Seinastu vikuna hevur miðaltalið fyri smittað seinastu vikuna verið 429 fólk um dagin.

Fyri góðum tveimum mánaðum síðani boðaði landsstýrið frá eini skipan við ferðsluljósum – har vit vóru í gula feltinum. Men kom smittutalið upp á 75 smittað fólk um dagin, so fóru vit upp í reyða feltið, sum hevði nógvar avmarkingar við sær.

Hóast vit hava ligið so langt oman fyri tað markið hvønn dag í árini í miðal, so eru vit ikki farin til strangari tiltøk.

Orsøkin til tað er, at omikrom frábrigdið ikki hevur ført til, at fólk hava verið serliga sjúk, og innleggingarnar á sjúkrahús hava ikki verið so nógvar, at tað hevur nerva heilsuverkið.

Tí eru tilmælini ikki herd. Hinvegin hevur farsóttarnevndin gjørt av, at 31. januar verða fólk ikki longur kanna við landamarkið og ikki koyrd í sóttarhald. Eisini varð avgerð tikin um at strika tilmælið um heimauppihald til 2. dag eftir komu. Hetta verður gjørt beinanvegin. Mælt verður tó framvegis til at fólk lata seg kanna 2. dag eftir komu.

Harumframt hevur Farsóttarnevndin gjørt av at linka sóttarhaldsreglurnar, soleiðis at »tættar kontaktir«, sum hava fingið 3. prik, ikki skulu í sóttarhald. Mælt verður tó framvegis til at hesi lata seg kanna 4. dag og 6. dag.

Landsstýrið viðgerð í løtuni, hvussu farast skal fram framyvir, eitt nú í mun til tilmælini um náttarlívið og hvussu nógv fólk kunnu savnast.

– Løgmaður fer tí at umrøða støðuna við allar floksformenninar. Væntandi koma neyvari boð frá landsstýrinum seinni í vikuni, skrivar Løgmansskrivstovan í kvøld.