Korona: Nú seta vit næstan fulla ferð á

Tað kunnu vit gera, tí vit hava lært okkum at liva við koronu

Nú seta vit næstan fulla ferð á. Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundi í áðni, tá ið hann legði nýggju koronutilmælini hjá myndugleikunum fram.

– Tað er við góðum treysti at hann nú leggur nýggju tilmælini fram, segði hann. Hann sigur, at nú kunnu børn undir 12 ár, sum koma til Føroya, verða kannað ókeypis og tað er tí at uttanlands verða fleiri børn smittað við teimum nýggju variantunum av koronu.

Men nú verður tað lættari hjá fólki, sum eru koppsett, at koma til Føroya, tí frá fyrsta apríl verður ikki longur mælt til, at tey fara í heimauppihald. Her verður hugsað um tey, sum sum eru liðugt koppsett, - og har tað eru átta dagar síðani seinastu sproytu. Men tey skulu kortini kannast - og tey, sum ikki eru koppsett, skulu framvegis í heimauppihald.

Beint nú er støðan tann, at er talan um skipaðum bólkar, skulu vit ikki vera meiri enn 100 fólk saman. 

Men nú kunnu 200 fólk koma saman í skipaðum bólkum, tað eru bólkar, har tað er skjótt og lætt at finna tey, sum eru til staðar, skuldi smitta tikið seg upp. Men samstundis verður mælt til, at tey, sum fyrireika tiltøk, leita sær ráð hjá koronuráðgevingini, so at tiltakini eru so skynsamt fyriskipað, sum gjørligt.

Løgmaður sigur, at enn er ov tíðliga at sleppa øllum avmarkingunum, men á páskum verða tey endurmett aftur.