Korona: Nú verður aldursmarkið aftur lækkað

Um tvær vikur vænta tey, at í hvussu so er øll yvir 55 ár, eru koppsett

Nú verður tað fyrsta dagin, at aldursmarkið á teimum, sum verða koppsett fyri koronu, verður lækkað enn eina ferð.

Í dag koma 5.200 skamtir av koppingarevni til Føroya og um tvær vikur kemur aftur ein sending við 5.200 skamtum, og tað merkir, at nú kemur rættilig ferð á koppsetingina.

Tummas í Garði, sum er limur í koppingarnevndini, sigur, at nú eru mestsum øll, sum eru í serligum vanda koppsett, tó so, at onkur einstakur kann verða eftir. Fólk, sum vilja verða koppsett sum skjótast tí at tey eru í serligum vanda, skulu hava ávísing frá serlæknanum, tey hava. Hava tey ongan serlækna, skulu tey fara til kommunulæknan at fáa eina tilvísing til serlæknan.

Í gjár varð annars latið upp fyri, at øll yvir 65 ár kunnu bíleggja sær tíð til at verða koppsett, og tað eru heilt nógv, sum hava bílagt sær tíð. Tað var beinanvegin, at talið kom upp á 1.400 fólk, sum høvdu bílagt sær tíð til koppseting.

Og Tummas í Garði sigur, at tað verður ein av fyrstu døgunum, at kunngerðin um koppseting aftur verður broytt so at nú kunnu tey, sum eru yngri enn 65, eisini verða koppsett. Tað verður eisini ein av fyrstu døgunum, at tað verður klárt hjá teimum at bíleggja tíð.

Tummas í Garði sigur, at fólk fara at verða tikin til koppsetingar í bólkum, alt eftir aldri, har tey eldru verða koppsett fyrst og so verður farið niður eftir til øll eru koppsett. Hann sigur, at aldursmarkið fer at verða lækkað fimm, ella 10 ár hvørja ferð, alt eftir, hvussu stórt trýst verður á.

Og hann sær fyri sær, at fyrstu vikuna í mai eru øll yvir 55 ár, koppsett, ella kanska enntá øll yvir 50.

Og so verður hildið á at koppseta niður eftir til øll yvir 16 ár, eru koppsett. Koppingarevnið er ikki góðkent til børn og ung undir 16 ár, so tey verða ikki koppsett.

Men nær tað verður liðugt at koppseta, er ilt at siga, tí tað veldst um, hvussu nógv koppingarevni, vit fáa. Men væntandi eru øll koppsett einaferð á hásumri, helst einaferð seint í juni.