Korona: Nógv av teimum innløgdu eru ikki koppsett

Tey flestu av teimum, sum verða innløgd við koronu, eru ikki koppsett

Tað er stórur munur á um fólk eru koppsett fyri koronu, ella ikki. Tað staðfesta tey á Landsjúkrahúsinum. Tey hava nú gjørt tølini upp fyri, hvussu nógv hava verið innløgd við koronu, og um tey eru koppsett, ella ikki. Niðurstøðan er, at helvtin av teimum, ið hava verið innløgd á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum hesar seinastu tveir mánaðirnar, hava ikki verið koppsett.

 

Tey siga, at hetta er eitt rættiliga høgt tal, tá ið hugsað verður um, at yvir 90 prosent av føroyingum yvir 12 ár, eru koppsettir tvær ferðir.

 

Allar summarmánaðirnar var eingin innlagdur á koronudeildini. Men tá smittan tók dik á seg aftur í heyst, var fyrsta innleggingin aftur. Síðani ann 19. oktober, hava tilsamans 26 fólk verið innløgd á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum. Tey siga, at 12 av hesum 26 fólkunum vóru ikki koppsett og tað svarar til 46 prosent.

 

Upprunaliga hava tað næstan bara verið eldri fólk við ymsum heilsutrupulleikum, sum hava verið innløgd við koronu. Men nú er líkt er til, at hetta er broytt. Av teimum 26, sum hava verið innløgd seinastu tveir mánaðirnar, hava 11 sjúklingar  verið undir 70 ár. Og samstundis vóru níggju av hesum 11 sjúklingunum, ikki koppsettir og tað svarar til 82 prosent, sigur Landssjúkrahúsið.