Í gjár samtykti danska fólkatingið víðkaðan hjálparpakka, ið eisini umfatar hjálp til listafólk og fríyrkisfólk. Í Føroyum hava eittnú tónleikarar verið í almenna rúminum og eftirlýst, hvat politikarar hava í huga at gera hesum viðvíkjandi.
Eisini Georg eystan Á, tónleikari, eftirlýsir politiskari støðutakan.
- Tungur er tigandi róður verður sagt, og satt at siga, so kennist tað so, tí einki hoyrist frá listafólkið í samband við støðuna tey eru komin í, nú "Korona" ger um seg. Eg sakni ein dialog, millum listafólk, og havi vent mær til okkurt felag, men einki svar, sigur Georg eystan Á.
- Tað frættist annars at danska stjórnin hevur gjørt ein hjálparpakka fyri lista - og fríyrkisfólk. Persónliga er tað eingin bági, at eg ikki spæli hvørt vikuskifti, tí eg havi enn góða A-inntøku, tó mín tónleikaliga B-inntøka gjørdi væl mun, men eg hugsi meir um hini, øll tey ungu og eldri, sum hava roynt at fingið sær tónleikin til sonevnt livibreyð, sigur Georg eystan Á.
- Eigur ikki onkur felagskapur ella kanska Føroya Tónleikarafelag at koma hesum til hjálpar, og fáa ein fund í lag við politisku skipanina, nú listarfólk í prinsippinum eru sett í verkbann, hóast vit øll sera væl skilja áheitanina, og uttan iva sjálboðin høvdu lagt leikin niður, metir Georg eystan Á.
Í hesum tíðum við corona smittu, og har samfelagið hevuur sett ferðina niður, troðka spurngar seg fram, metir Georg eystan Á, og hann metir at kvirra valdar, og at hetta tænir ongum.
- Fyri øll fríyrkisfólk, eru 100 tals spurningar, og neyvan eitt einfalt svar upp á alt, men kvirra tænir ongum, og tí eiga vit at finna eitt felags stev og vísa myndleikanum á, at eisini her í Føroyum, er ein fakbólkur, sum er við at detta niður ímillum. Fleiri av teim yngru hava valt sær tónleikin sum lívsleið, og frá politiskari síðu er fyri stuttum sett á stovn útflutningsráð og skrivstova, ið hevur til endamáls at nøra um tónleikavinnuna, so onkursvegna talar sakin fyri seg sjálva, sigur Georg eystan Á.
- Hvussu verður við spælistøðunum aftan á hesa kreppuna. Halda tey tørn ella hvørva?, spyr Georg eystan Á, og hann setir fram hesar spurningar:
- Hvussu leingi skal vera kvirt og eru øll í sjálvdrátti, ella hvussu? Hvør fær ein fund í lag við politisku skipanina, herundir A.L.S, og fleiri, ella lata vit bara standa til?, spyr royndi tónleikarin.
- Í øllum førum er nú lagt upp til eitt kjak heldur enn kvirru, sum vónandi er tónleikalívinum at frama, sigur Georg eystan Á.
Les eisini: