Korona-tølini standa framvegis í stað

Heldur ikki í gjár er nakar føroyingur funnin við korona

Heldur ikki í gjár komu heilsumyndugleikarnir fram á nakran føroying við korona. Tað sigur Heilsumálaráðið í morgun.

 Í gjár vóru bara 40 fólk kannað, men úrslitið er so, at eingin føroyingur er funnin afturat við korona.

Tilsamans eru nú sosatt 6.588 føroyingar kannaðir fyri korona og úrslitið er altso framvegis, at smittan er funnin hjá 187 fólkum. Samstundis eru tað framvegis 178 fólk, sum eru staðfest at vera frísk aftur og sostatt eru tað í løtuni níggju føroyingar, sum hava korona.

Annars er eingin innlagdur á sjúkrahús við korona.

Í dag verða væntandi so fá fólk kannað, at næsta uppgerðin yvir korona-støðuna í Føroyum, verður ikki fyrr enn týsmorgunin.