Korona: Vóru eftir útlendskum sjómonnum í Fuglafirði

Teir vóru farnir í býin, uttan at vita, at tað høvdu teir ikki loyvi til

Í gjár var løgreglan eftir trimum útlendskum sjómonnum, sum vóru farnir í býin í Fuglafirði. Teir vóru komnir við skipi og vóru farnir til handils, og tað høvdu fólk ampa av, so tey søgdu frá.

Løgreglan fór til menninar og greiddu teimum frá, at teir høvdu ikki loyvi til at ganga í býnum, tí teir skuldu halda seg á havnarlagnum.

Samstundis setti havnafútin í Fuglafirði seg í sambandi við skiparan og greiddi honum frá, hvussu reglurnar eru. Og løgreglan sigur, at tað var eingin dramatikkur, tí teir fóru umborð aftur í øllum góðum.

Sum reglurnar eru nú, kunnu sjófólk bara fara í land tá ið tað er í samband við lossing, viðlíkahald, ella í øðrum arbeiðsørindum,

Samstundis skulu tey halda seg við skipið á havnarøkinum og hava ikki loyvi at fara burtur frá skipinum, og tey hava ikki loyvi til at fara av kaiøkinum.

Tað merkir, at sjófólk kunnu ikki fara til handils, ein gongutúr ella fara út um havnarøkið í øðrum ørindum, men mangla tey nakað, kunnu tey seta seg í samband við umboðsmannin tey hava her, so útvegar hann teimum tað, tey hava brúk fyri

Løgreglan sigur, at tey eru javnan í samband við umboðsmenninar hjá útlendskum skipum í Føroyum við tí endamáli at greiða teimum frá reglunum og at fáa teir at greiða skiparunum á teimum skipum, sum koma higar, frá reglunum.