Korona: Vit fara ikki at seta fólki krøv við lóg

Vit fara framhaldandi at vísa fólk álit sigur løgmaður

Tað eru ongar ætlanir um at yvirtaka farsóttarlógina. Tað ger Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, greitt í KvF í morgun.

Annars hava tinglimir, bæði í samgongu og í andstøðu, talað fyri at farsóttarlógin verður yvirtikin. Farsóttarlógin er nevniliga danskt málsøki og av tí sama hava føroyskir myndugleikar rættiliga avmarkaðar heimildir til at seta tiltøk í verk fyri at forða fyri, at korona fer at breiða seg.

Bárður á Steig Nielsen, hevur áður staðiliga víst aftur, at farsóttarlógin verður yvirtikin beint nú. Hann hevur gjørt púra greitt, at hann fer ikki at yvirtaka eina farsóttarlóg mitt í eini farsótt, tí slíkt arbeiðið skal fyrireikast.

Í gjár var tað so ein tingmaður í samgonguni, Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum gjørdi seg til talsmann fyri at yvirtaka farsóttarlógina, tí hann heldur, at føroyskir myndugleikar mugu fáa heimild til at krevja, at fólk, sum koma til landið, skulu í sóttarhald.

https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/vit-mugu-faa-loyvi-til-at-krevja-folk-i-sottarhald/Les meiri um tað her: Vit mugu fáa loyvi at krevja at fólk skulu í sóttarhald

Men í KvF í morgun endurtekur løgmaður, at farsóttarlógin verður ikki yvirtikin, tí hann sigur, at tað verður eingin lóg yvirtikin í óðum verkum. Hann sigur eisini, at landsstýrið fer ikki at krevja, at fólk, sum koma til Føroya, skulu í sóttarhald.

Og hóast smittan ger um seg uttanlands, er løgmaður framvegis ikki sinnaður til at seta fólki krøv við lógini í hondini. Hann minnir á, at higartil hava vit bast koronu við at vísa fólki álit og við at geva fólki ábyrgd, og eftir hansara tykki er tað ein orsøk til, at vit eru komin so væl ígjøgnum farsóttina. Og hann mælir frá at broyta kós, nú vit eru farin at koppseta fólk og sostatt eru við at koma ígjøgnum farsóttina.

Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at yvirtaka málsøkið á føroyskar hendur, so at vit kunnu gera okkara egnu farsóttarlóg. Málið hevur verið til viðgerar í Uttanlandsnevndini, og har tosa tinglimirnir í samgonguni eisini um at yvirtaka farsóttarlógina.

Bill Justinussen, Brandur Sandoy, Frimodt Rasmussen, Jaspur Langgaard og Beinir Johannesen vísa nevniliga á, at  tíðin hevur víst, at tað er neyðugt at umhugsa at yvirtaka farsóttalógina og tí halda teir, at landsstýrið eigur at kanna fyrimunir og vansar við at við at yvirtaka lógina.