Korona: Vit vænta at vit hava tamarhald á støðuni

Korona er aftur farið at ganga, men enn vita tey ikki, hvar upprunin til smittuna er í hesum føri

Korona er aftur farið at breiða seg og í gjár vórðu 11 nýggir tilburðir funnir, so í løtuni eru 34 fólk í Føroyum sjúk av koronu. Men Bjarni á Steig, ráðgevari hjá Heilsumálaráðnum í koronu, sigur, at hansara besta sannføring er, at tey hava tamarhald á støðuni.

­– Vit hava lagt alla orku í at kanna fólk fyri at finna tey, sum eru smitta við tí endamáli at byrgja fyri, at at smittan breiðir seg.

Og fyribils meta tey eisini at tey hava tamarhald á støðuni, og at tey hava fatur á smittuketunum. Tí hava vit góðar vónir um at kunnu byrgja fyri, at smittan breiðir seg sigur hann. Men hann leggur afturat, at enn er ov tíðliga at siga nakað avgjørt.

– At vit nú hava funnið ellivu tilburðir, er eitt dømi um, hvussu gott úrslit tað gevur at kanna so nógv fólk, sum vit gera. Av tí sama er tað okkara meting, at tað eru góð sannlíkindi fyri, at vit finna tey, sum eru smittað.

Bjarni á Steig sigur, at eitt, tey stúrdu fyri, var, at smittan var farin at breiða seg um alt landið, men eftur tí, tey vita nú, er tað ikki støðan. Hann sigur tvørtur ímóti, at tað er í høvustaðnum, at smittan gongur í løtuni.

Hinvegin heldur hann, at tað eru góð boð, at fyribils eru allar royndirnar, sum eru tiknar av lærarum, børnum, næmingum og starvsfólki á Glasi, Skúlanum á Fløtum og barnagarðinum á Norðasta Horni, sum hava verið í miðdeplinum seinastu dagarnar.

Hvat upprunin til smittuspjaðingina so er, ber ikki til at siga enn. Tað kann vera frá fólki, sum hava verið í eini konfirmatión, í eini veitslu, men hon kann eisin koma av arbeiðsplássum, ella aðrastaðni, har fólk eru komin saman.