Enn ber ikki rættiliga til at siga, nær koppingarevni fyri Koronu, verður klárt at taka í brúk.
Tað staðfestu serfrøðingar á økinum í tíðindunum í sjónvarpinum hjá danska krinvarpinum.
Tað er javnan at hoyra, at tað verður longu í ár, at tað verður klárt at koppseta fólk, men tað halda teir er alt ov bjartskygd.
Teir vísa á, at kring um í heiminum verða einar 200 ymsar royndir gjørdar at finna eitt koppingarevni
Thomas Zenderovitz, stjóri í heilivágsráðnum í Danmark, sigur, at allar kreftir eru lagdar í at arbeiða so skjótt, sum tilber. Men hann sigur, at frá tí at teir seinastu upplýsingarnir eru komnir, ganga tað út ímóti tríggir mánaðir at fáa eitt koppingarevni góðkent, so at tað kann takast í nýtslu.
Hann legði dent á, at hóast allar kreftir verða lagdar í at arbeiða so skjótt sum tilber, er tað eitt treytaleyst krav, at líka strong krøv verða sett til koppingarevni fyri koronu, sum til onnur koppingarevni.
Tá ið koppingarevnið er komið, verður spurningurin, hvør skal koppsetast fyrst. Thomas Zenderovitz sigur, at WHO hellur til, at heilsustarvsfólk, og onnur, sum eru í fremstu røð í stríðnum ímóti koronu, skulu koppsetast fyrst.
Men hann væntar, at tað verður ein torfør avgerð at taka hjá myndugleikunum kring um.
Hann leggur afturat, at ein stórur vansi er, at eingin veit, hvussu væl, koppingarevnið fer at virka. Tað er eitt ókent koppingarevni og vit vita ikki um tað er nokk at koppsetast eina ferð, ella um fólk skulu koppsetast fleiri ferðir fyri at verða vard, so tað verður eitt stórt og tórført pusslispæl, sum skal leggjast.
Heldur ikki Jens Lundgren, professari í smittandi sjúkum á Ríkissjúkrahúsinum væntar at tað fer at ganga heilt so skjótt at fáa eitt koppingarevni, sum nógv hava sett nøsina upp eftir.
Higartil eru eini 19.000 fólk royndarkoppsett, men tað skulu í hvussu so er yvir 30.000 royndarkoppsetast. Tá tað málið er rokkið, skulu myndugleikarnir fylgja við teimum í upp í tveir mánaðir, so tað verður ikki fyrr enn í fyrsta ársfjórðingi, at eitt úrslit fyriliggur.
Og so er tað spurningurin, hvussu væl koppingarevnið virkar og um tað hevur nøkur hjáárin.
Eisini hann reisir spurningin um, hvør so skal koppsetast fyrst.
Hann heldur, at spurningurin verður, hvør fær størst gagn av at verða koppsett. Tað kann vera tey eldru, tí tey eru í vandabólki, men tað er heldur ikki óhugsandi, at tað virkar best at koppseta tey yngru.
Men hann nevnir eisini, at heilsustarvsfólk fara kanska at standa í fremstu røð fyri at fáa trygd fyri, at heilsuverkið ikki brennur saman.
Hinvegin sær hann eisini fyri sær, at tað kann elva til spenningar í samfelagnum, tí at summi verða koppsett og kunnu liva og láta, sum tey vilja, men onnur ikki verða koppsett og verða skerd í teirra livimáta.
Hann er heldur ikki so fullvísur í, at koppingarevnið verður tann endaliga loysnin. Hann sigur, at tað er ein spurningur, hvussu væl koppingarevnin virkar.
Hóast vit koppseta øll fólk er tann stóri spurningurin um tað verða 40 prosent sum verða vard, ella um tað verða 80 prosent. Tað er ein himmalvíður munur um tað eru 40 prosent av fólkinum sum koppingarevnið verjir, ella um tað eru 80 prosent. Men tað fáa vit einki sagt um enn, sigur hann.
Sjálvur sigur hann, at skulu vit fáa bilbukt við koronu, skal koppingarevnið verja minst 70 prosent av teimum, sum eru koppsett.
Eitt, sum ger serfrøðingarnar bjartskygdar, er, at av teimum 19.000 fólkunum, sum eru royndarkoppsett, hevur ongin boðað frá hjáárinum av nøkrum slagi.