Koronan er í kappróðrinum

Róðrarsambandið heitir á rógvarar og áskoðarar, sum leygardagin vóru í Runavík, um at lata seg kanna

Í gjár vóru ódnartøk í Runavík. Hetta var síðsti liður í fyrireikingunum til FM kappróðurin. Fyrsti FM róðurin verður á norðoyastevnu í Klaksvík annan leygardag.

 

Í kjalarvørrinum av ódnartøkunum í Runavík vísir tað seg, at koronan hevur gjørt um seg.

 

Róðrarsamband Føroya skrivar soleiðis í kvøld:

 

Róðrarsamband Føroya er kunnað um, at korona er staðfest millum rógvarar og áskoðarar, sum hava luttikið á ódnartøkum í Runavík leygardagin 22. mai.

 

Smitta er staðfest í Hósvíkar róðrarfelag og í Róðrarfelagnum Knørrur. Eingin frá Hósvíkar róðrarfelag luttók á ódnartøkum leygardagin.

 

Landslæknin tekur sær av smittusporing, men fyri at fyribyrgja, at smittan spjaðir seg, heitir Róðrarsambandið bæði á rógvarar og áskoðarar um at vísa varðsemi og at lata seg kanna fyri koronu.