Koronureglar senda hondbóltsspælarar í sóttarhald fyri HM

Dansk Håndbold Forbund tekur ongar kjansir við donsku HM spælarunum í tveimum vinardystum ímóti Saudi-Arabia.

 

Mikkel Hansen og danska manslandsliðið í hondbólti fer at halda frástøðu til fjepparar í vinardystinum hesa vikuna. (Arkivfoto). - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danska hondbóltslandsliðið hjá monnum fer ikki at hava umganga viðhaldsfólk undan komandi HM.

Orsøkin er, at altjóða hondbóltssambandi IHF hevur stangar koronukanningar undir endaspælinum í Svøríki og Póllandi.

Tað sigur ítróttastjórin í Dansk Håndboldforbund (DHF), Morten Henriksen við B.T.

Danskir HM spælarar fara tí ikki at skriva autografar og stilla upp til selfies, tá liðið hósdagin og leygardagin spælir royndardystir ímóti Saudi-Arabia í Odense og Keypmannahavn.

– Tað er einki, spælararnir heldur vilja, enn at heilsa upp á viðhaldsfólkið og skriva autografar. So vit eru sera hørm um, at støðan er sum hon er, sigur Morten Henriksen við B.T.

– Men tá IHF hevur gjørt av, at tað skulu takast royndir fyri koronu bæðu undir og undir HM, so verða vit noydd at vera varin.

Skuldu spælarar komið við eini positivari kanning undir HM, so fáa teir automatiskt leikbann í fimm dagar. Síðani skulu teir klára eina negativa kanning, áðrenn teir sleppa at spæla aftur.

Svenski hjálparvenjarin, Michael Appelgrein, hevur longu funnist at koronureglunum hjá IHF.

– Tað er keðiligt, tá vit spæla HM á heimavølli og ikki kunnu liva, sum vit annars lima í Svøríki nú.

– Tað kennist dapurt. Vit hildu, at handan tíðin var farin. Eg veit, at tað er ikki okkara HM felagsskapur, sum hevur trýst á fyri at fáa hetta, men at tað kemur frá IHF, segði Appelgren við Aftonbladet.

Og heldur ikki Henriksen fegnast um ynski hjá IHF um strongu koronureglarnar í sambandi við endaspælið.

– Eg plagi vanliga ikki at tveita IHF undir bussin, men her er gjørt eitt mistak. Hóast nógvar áheitanir frá okkum og øðrum HM tjóðum, hevur IHF valt at halda fast við reglarnar. Tað gevur onga meining, og tað er púra skeivt.

– Eg skilti, at vit til dømis skuldu kannast og liva í eini koronuboblu í Egyptalandi til HM í 2021. Ta ferðina vóru eingir áskoðarar í høllini, og eingin visti rættliga nógv um sjúkuna. Men vit eru eitt heilt annað stað nú. Fólk verða sjúk av influensu, RS-virusi, og líka veit eg, sigur hann við blaðið.

/ritzau/

 

 

 

Mikkel Hansen og danska manslandsliðið í hondbólti fer at halda frástøðu til fjepparar í vinardystinum hesa vikuna. (Arkivfoto). - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix