Koronusamgongan

Nú hevur samgongan við Bárði á Steig Nielsen á odda enn einaferð í samstarvi – ella ørindagongu – fyri ávís fólk í ferðavinnuni aftur í ár syrgt fyri, at tað var møguligt hjá koronusmittuni aftur at fáa fótin fyri seg í Føroyum og oyðileggja okkara summar.

 

Hvørji hjól mæla so væl av hesum? Eru tað Norrøna og flogførini hjá Atlantic við tilhoyrandi hotellum, sum njóta gott av hesum? Eg ivist; kanska í nakrar vikur – eitt sindur sum í kulda at pissa í buksurnar. Eitt er í hvussu er vist: nógv á landi missa pengar, so sum matstovur, kaffistovur og ølstovur, eins og mongu summartiltøkini sum festivalar og stevnur.

 

Vit hava júst í dag hoyrt, at Norðoyarstevnan og menturnarnáttin í Havn (og óivað eisini aðrastaðni) er avlýst. hetta kostar sanniliga eisini pengar; haraftrat ger tað eisini okkara summar munandi keðiligari og hendingaleyst.

 

Og tað er næstan ófyrigevandi, tá vit eru mest sum fangaði á hesum smáu og avmarkaðu oyggjum enn eitt summar. Vit vilja hava frið og møguleika at njóta eitt so gott summar í Føroyum, sum til ber. Men tað ber ikki til takkað verið borgarligu samgonguna og ávísar aktørar í ferðavinnuni enn einaferð. Nóg mikið má for í ólukkan vera nóg mikið.

 

Hvussu rívan skal ein taka til, áðrenn arrogant vinnulívsfólk og teirra leigusveinar í landsstýrinum lurta eftir fólkinum? – fólkið, sum ognartakararnir á Tinganesi sigast at umboða og arbeiða fyri. Landslæknin og okkara egnu serfrøðingar eru allir lítið og einki fyri, at ferðafólk koma so lætt og ómaksleyst inn í landið. Áheitanin til landsins myndugleikar er greið:

 

Gevist við at innflyta korona gjøgnum ferðafólk og latið okkum njóta tað, sum ber til av summarinum, ið eftir er.