Koronusmittan er eksploderað í Suðuroy

Nógv flest fólk í Suðuroy eru smittað við koronu í løtuni

Suðuroy slapp leingi lutfalsliga lættari í koronutíðini, enn økini norðanfjørðs. Man tann støðan er munandi broytt nú, tí nú er smittan nógv ógvusligari í Suðuroy enn í økjunum norðanfjørðs.

Sambært uppgerð á korono.fo, so hava seinastu sjey dagarnar 10.232 íbúgvar fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í Suðuroy verið smittaðir. 

Tað er nógv meira enn norðanfjørðs, har støsta talið er Sandoy, har 8.176 fólk fyri hvørji 100.000 eru smittað seinastu sjey dagarnar. 

Á triðja plássi er Norðstreymoy, har 8.155 fólk eru smittað fyri hvørji 100.000 fólk seinastu vikuna.

Í hinum økjunum eru tølini hesi:

Eysturoy: 7.944 fólk smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar

Norðoyggjar: 7.932 fólk smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar

Vágar: 7.302 fólk smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar

Suðurstreymoy: 7.190 fólk smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar