Koronuviurs gav Ryanair hall upp á sjey milliardir

Talið av ferðandi við Ryanair er seinastu árið fallið við 81 prosentum. Í ár verður roknað við framgongd.

Ryanair hevði 27,5 milliónir ferðafólk í flogførum sínum seinasta árið. Tað eru 121,1 millión færri ferðafólk enn árið fyri – svarandi til eina afturgongd upp á 81 prosent. - Foto: Regis Duvignau/Reuters

Írska lágprísflogfelagið Ryanair hevur seinastu árið havt hall upp á 7,5 milliardir krónur, sum er merkt av koronufarsóttini og umfatandi ferðaavmarkingunum.

 

Tað vísir roknskapurin hjá Ryanair, sum er fyri skeiðið frá apríl í 2020 til síðsta mars í 2021. Til samanberingar hevði flogfelagið árið fyri eitt yvirskot upp á 4,8 milliardir krónur.

 

Ryanair hevði 27,5 milliónir ferðafólk umborð á flogførum sínum í árinum. Tað eru 121,1 millión færr enn árið fyri – svarandi ti eina afturgongd upp á 81 prosent.

 

Í ár væntar Ryanair tó við, at fleiri ferðafólk verða í ár, so hvørt sum koppsetingarnar breiða seg, og ferðaavmarkingarnar verða tiknar av.

 

Írska flogfelagið roknar við millum 80 og 120 milliónir ferðafólk í nýggja roknskaparárinum. Tað vil eftir øllum at døma vera nærri 80, skrivar Ryanair í roknskapinum.

 

Ryanair væntar, at felagið fer at koma gjøgnum komandi roknskaparár við einum úrsliti, sum fer at liggja um null.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ryanair hevði 27,5 milliónir ferðafólk í flogførum sínum seinasta árið. Tað eru 121,1 millión færri ferðafólk enn árið fyri – svarandi til eina afturgongd upp á 81 prosent. - Foto: Regis Duvignau/Reuters