- Uppskotið hjá BankNordik er hol í høvdið, sigur Marjus Dam, løgtingsmaður, sum sigur seg ikki vilja gera partar av føroyingum til avgjaldstrælir. - Ætlanin er so blóðórættvís. Vit kunnu spyrja, um ferðaseðlaprísurin eisini skal hækkast við t. d. 100 krónum hjá Súluni, Sildberanum, Sam, Teistanum, Smyrli o. ø. So høvdu tey ið ferðast sjóvegis eisini »sloppið« at verið við til at stuðlað útbyggingini av Skálafjarðartunnlinum. Og við at legga enn meiri byrðar á tey, ið longu nú gjalda nógv fyri at ferðast, kunnu tey, sum í dag sleppa undan at gjalda, framhaldandi sleppa undan, sigur Marjus Dam.
Sambandstingamðurin sigur bart út, at uppskotið, ið BankNordik kemur við, er heilt langt úti. Hann vísir á, at avtalan við bæði Vágatunnli og Norðoyatunnli var, at restupphæddin skuldi gjaldast niður av teimum, ið ferðaðust. Tá tunnlarnir vóru niðurgoldnir, skuldi koyrast eftir somu treytum har, sum eftir landsvegakervinum annars.
- Tað var og er avtalan, og henni kunnu vit liva við, sigur hann.
- Eg má spyrja Jóannes Eidesgaard: hvar er solidariteturin í »hol í høvd uppskotinum« hjá CHE og BankNordik? Boðini eru nevniliga greið: Vágafólk og norðoyingar skulu gjalda Eysturoyartunnilin ? stórt sæð. Hví skulu hesi fólk gjalda milliardaupphæddir meira enn aðrir føroyingar? Er tað ikki ósolidariskt? spyr Marjus Dam.
Hansara niðurstøða er púra greið:
- Korta nei til hasa ætlanina hjá CHE og BankNordic. Latið vera við at gera ein part av Føroyum til økir, har avgjaldstrælir búgva. Mítt ynski er at vit lata ferðsluna gjalda Eysturoyartunnilin, og lata øll gjalda Sandoyartunnilin
Lesið eisini Tað almenna skal byggja Skálafjarðartunnilin