Beint áðrenn blaðið fór til prentingar frættist úr Eysturoynni, at fólk eru farin at savna undirskriftir til tess at mótmæla SEV-útbyggingini í oynni.
Sambært keldum verða Vesturdalsá og Fjarðará meira ella minni turrlagdar, verður ætlanirnar hjá SEV veruleiki. Ætlanirnar hjá SEV snúgva seg um, at virkna el-felagið ætlar sær at bora úr fjallinum og upp í áirnar í økinum. Hetta vatnið verður savnað í vatntunlinum við Sundalagið; og rennur haðani til Eiðisverkið, sum stendur millum Eiði og Ljósáir.
Nærum øll eru ørg
Tað eru púra vanlig privatfólk í Skálafirði, ið savna undirskriftir. Tey ræðast fyri, at alt lív fer at verða týnt í áunum, sum sambært teimum hava serligan týdning fyri landbúnaðin í økinum.
Almfinnur Jacobsen, maskinmeistari á Skálafirði, er ein av stigtakarunum, og hann váttar, at tey fóru undir at savna undirskriftir í fyrrakvøldi. Eftir øllum at døma gongur tað sum eftir ánni at fáa fólk at skriva undir.
? Nærum øll hava higaril tikið undir við mótmælisskrivinum, sigur Almfinnur, ið ikki enn ætlar sær at almannakunngera orðaljóðið í mótmælinum.
Eftir øllum at døma verður mótmælisskrivið sent Eyðuni Elttør, landsstýrismanni í umhvørvismálum í kvøld. Almfinnur og tey skunda sær, tí Dan Petersen, løgtingsmaður hevur reist málið í tinginum, og tað hevur sambært Almfinni týdning, at eitt mótmælisskriv er at vísa á í politisku viðgerðini.