Kortspælarar í Havn fáa nýtt hús

Tey vilja fegin sleppa at verða verandi í Gundadali, og tað sleppa tey

 

Nú verður slóðað fyri at tey, sum spæla bridge í Havn, fáa nýtt felagshús. Bridgefelagið hevur havt felagshøli í Gundadali í eini 30 ár og tey vilja ógvuliga fegin sleppa at halda fram í Gundadali. hóast felagshúsið nú skal takast niður í sambandi við at økið skal takast upp í býartorgið í Gundadali.

 

Ymiskar staðsetingar hava verið umrøddar og úrslitið er, at bridgefelagið fær nýtt hús á stykkinum, sum er beint yvir av núverandi húsið, hinumegin vegin har ein privatur vinnubygningur stendur á einum stykki, sum er leigað frá kommununi.

 

Býráðið sigur, at bridgehúsfelagið tekur undir við hesum og nú skal býráðið so lata bridgefelagnum fyri 2,5 milliónir í endurgjaldi fyri at taka núverandi hús, umframt at felagið skal fáa 1,5 milliónir í stuðuli, sum er ein triðingur av tí, eitt nýtt hús er mett at kosta.