Kosovo fær tað torført ímóti Føroyum (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við fyrrverandi liðskiparan hjá Kosovo, Anel Raskaj sum spælir við Eskilstuna í næstbestu svensku deildini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við fyrrverandi liðskiparan hjá Kosovo, Anel Raskaj sum í dag spælir við AFC Eskilstuna í næstbestu svensku fótbóltsdeildini. Anel Raskaj hevur áður spælt við Halmstad í bestu svensku deildini og Sandnes ULF í Noregi.

 

Anel Raskaj spældi landsdystir sum liðskipari fyri Kosovo áðrenn altjóða viðurkenningina, og hann er ovurfegin um, at Kosovo nú er at finna millum UEFA og FIFA limalondini. 

 

Anel Raskaj staðfestir, at Føroyar spæla ein rættiliga stóran leiklut í kosovansku fótbóltssøguni. Føroyar vóru fyrsta landsliðið Kosovo spældi ein altjóða skrásettan dyst ímóti í 2016, og fyrr í ár vóru Føroyar fyrsta landsliðið Kosovo spældi altjóða dyst ímóti í Pristina í Kosovo. Anel Raskaj sigur, at í dag er tað eingin í Kosovo sum ivast í, at Føroyar eru til, tí áhugin fyri fótbólti er so stórur í Kosovo. 

 

Um dystin í dag sigur Anel Raskaj, at tað verður ein torførur dystur hjá Kosovo ímóti einum meira verjukendum føroyskum liði. Hann heldur føroyska liðið stríddist væl í Pristina, men Kosovo hevði fleiri dygdir, og hann væntar, at somu dygdir kunnu koppa dystin í dag til Kosovo.

 

Anel Raskaj leggur dent á, at Kosovo má í minsta lagi hava eitt stig við sær úr Føroyum áðrenn bólkafinaluna ímóti Aserbadjan í Pristina um fýra vikur.