Kosovo søkir um ES-limaskap fyri nýggjár

- Kosovo stuðlar uttanríkis-og trygdarpolitikkinum hjá ES, sigur forseti landsins, Vjosa Osmani.

Í gjár segði forsetin í Kosovo, Vjosa Osmani, at landið fer at senda inn umsókn um ES-limaskap, áðrenn hetta árið er úti. 

 

Sambært forsetanum, stuðlar Kosovo uttanríkis-og trygdarpolitikkinum hjá ES.

 

- Vit stuðla eisini revsitiltøkunum móti Russlandi og teirri negativu ávirkan, sum Russland og Kina hava, segði forsetin.

 

Fráboðanin kom í sambandi við toppfund, sum ES-leiðarar í vestara parti av Balkan í hesum døgum hava í høvuðsstaðnum í Albania, Tirana. 

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Kortið vísir, hvar Kosovo liggur millum onnur lond á Balkan.