Barcelona rindaði 613 milliónir krónur fyri Luis Suarez, tá teir keyptu hann frá Liverpool í 2014. Hetta er næstan 100 milliónir krónur minni enn tann upphæddin, sum Liverpool alment hevur boðað frá. Liverpool hevur alla tíðina sagt, at upphæddin var 708 milliónir krónur. Sigast skal, at Barcelona longu í 2014 vildi vera við, at upphæddin einans var 613 milliónir krónur.
Tað er heimasíðan Football Leaks, sum seinastu tíðina hevur almannakunngjørt fleiri sáttmálar hjá spælarum og keypsavtalur millum feløg, sum nú hevur fingið fatur í keypsavtaluni millum Barcelona og Liverpool.
Sambært avtaluni er gjaldið rindað í fimm avdrøgum, 122 milliónir hvørja ferð. Seinasta gjaldið fellur 31. juli í ár. Sambært sáttmálanum er eingin avtala um eyka samsýning, um Barcelona ella Luis Suarez skuldu nátt ávísum málum.